Kvinnuhondbóltur
Tað hevur verið sjónligt, at tað hevur staðið nógv á hjá vágbingum seinastu dystirnar. Ikki minst hjá leikarunum sjálvum, sum í teimum báðum seinastu dystunum hava havt løtur, har spælið hevur gingið mest sum stillisliga fyri seg, orsakað av at nervar hava læst leikararnar at kalla fastar.
Nú skuldi tó verið sloppið í so máta. Sigurin hjá Stjørnuni á VÍF í miðvikuni handaði VB seinasta bitan av gullkøkuni, og nú sleppa tær í Vági endiliga at njóta ein hondbóltsdyst uttan at hugsa um, hvørjar avleiðingar úrslitið av hesum fær. Tær eru meistarar, og so er ikki meira at siga um tað.
Spurningurin er so, hvussu hetta fer at ávirka leikararnar, nú tær í seinasta heimadystinum á árinum skulu spæla ímóti júst Stjørnuni. Merkir hetta, at tær nú kunnu spæla púrasta frígjørt, samstundis sum tær megna at savna seg nóg mikið um dystin, so er einki at ivast í, at Stjørnan kemur í eitt satt ódnarveður, tá tær fara á vøllin leygardagin. Og í øllum førum kunnu gestirnir rokna við einum ódnarveðrið av áskoðaraplássunum, har vágbingar vanliga eru óførir at stuðla liði sínum.
Hinvegin hevur Stjørnan eisini sítt at spæla fyri.Sigurin á VÍF opnaði fyri einum møguligum bronsumerki, men skal hetta gerast veruleiki, so er helst neyðugt við sigri í Vági.
Bronsudysturin
Tveir aðrir dystir verða eisini leiktir hjá kvinnunum um vikuskiftið. Vinnur VB á Stjørnuni, so kunnu tær úr StÍF taka seinasta fetið móti bronsumerkinum, sum tað helst vóru fá, sum góvu teimum møguleikan fyri undan kappingini. Strandakvinnurnar hava tó verið treiskar gjøgnum alt árið, og einki er at ivast í, at nógvir áskoðarar vera í høllini at stuðla teimum, nú tær kunnu ogna sær eitt óvæntað - men tó kærkomið - heiðursmerki. Her hevur Neistin tó eisini nakað at siga. Tær kunnu nevnliga við tveimum trivaligum sigrum í seinastu dystunum toga seg upp á triðja plássið, men tað krevur so eisini, at hvørki StÍF ella Stjørnan fáa nakað stig afturat í ár.
Seinasti dysturin verður í Havn, har Tjaldur kemur á vitjan.Eins og Neistin, so hevur Kyndil framvegis ein lítlan møguleika at ogna sær heiðursmerki. Verður tað so, at Neistin vinnur á Skála og VB í Vági, so er møguleikin eisini fyri, at grannauppgerðin í Havn á seinasta leikdegi verður ein dystur um bronsuna, og einki er at ivast í, at Kyndil ætlar at nýta dystin móti Tjaldrinum sum eina góða upphiting til hendan dystin. Hvørja mótstøðu Tjaldur fer at gera, tykist hinvegin meira ivasamt. Liðið er seinastu dystirnar smokkað fullkomuliga niður, so tað kann neyvan roknast við, at tær gera stórvegis um seg. Heldur ikki hóast tær júst á útivølli móti Kyndli fingu fyrsta sigurin í grundspælinum.