Eftir sigurin á Skála høvdu vágbingar aftur fingið meira áræði og sjálvsálit, men hetta bleiv knúst í dystinum móti EB/Streymi á Eiðinum mikukvøldið.
Útiliðið fekk útjavnandi málið í teimum seinastu minuttunum av dystinum, og tí liggur VB enn undir strikuni í stigatalvuni.
Dysturin var ikki serliga væl spældur, og spælið var heldur óskipað og tilvildarligt, men tvey mál og tvey reyð kort hevði dysturin tó at bjóða áskoðarunum sum undirhald.
VB hevði fleiri málmøguleikar enn gestirnir, og í fyrra hálvleiki endaði ein skallari á stongini, men hepnið var ikki við vágbingum ta ferðina.
Kulic skorar
Milan Kulic, sum skoraði síðsta sunnudag, fekk aftur eitt mál hesuferð. Tá umleið ein tími var farin, fekk VB fríspark uttanfyri brotsteigin. Milan Kulic skeyt flatt móti málinum, og bólturin bar við Ronnie Samuelsen, sum stóð í múrinum. Gunnar á Steig í málinum bleiv snýttur av hesum og fekk ikki bjargað.
Tá tjúgu minuttir vóru eftir at spæla sendi dómarin tveir leikarar av vøllinum. Teir vóru leikandi venjarin Predrag Ziskovic og Magni á Lakjuni.
Magni fær bóltin á miðjum vølli, men verður takklaður aftanifrá av Predrag, sum kemur stormandi inn í Magna. Ein sera ljót takkling, sum jugoslavin fekk beinleiðis reytt kort fyri. Magni gerst so illur um takklingina, at hann hevnir seg onkursvegna. Hetta sær linjuverjin og boðar dómaranum frá, og hann sendir báðar undir brúsuna.
Hetta er aðru ferð, at teir báðir hava fingið reytt kort. Predrag Ziskovic fekk reytt í dystinum í Klaksvík, og Magni fekk reytt kort í bólkaspælinum í steypakappingini. Tað skal eisini nevnast, at Magni á Lakjuni ongantíð hevur fingið reytt kort fyrr enn í ár.
Tað eydnaðist EB/Streymi at fáa útjavnandi málið stutt fyri leiklok. Tað var trunkaspæl í brotsteiginum hjá VB, og verjan fekk ikki beint hann ordiliga burtur. Ronnie Samuelsen fangar bóltin úti í síðuni, og saksasparkar bóltin inn aftur í brotsteigin, har Gert Hansen setir høvdið á bóltin, og so var 1-1.
Hetta var fyrsta málið hjá Gert í 1. deild í hansara triðja dysti í bestu deildini. Gert er kollfirðingur og er liðformaður á unglingaliðnum hjá EB/Streymi.
Næstu ferð tekur EB/Streymur ímóti Skála, og VB skal inn á Toftir at møta B68.
VB-EB/Streymur 1-1 (0-0)
1-0: Milan Kulic
1-1: Gert Hansen
VB: Bjarni Johansen - Dejan Nicolic,Predrag Ziskovic, Slobodan Madzar, Michael í Lágabø - Milan Kulic, Dan Djurhuus, Palli Augustinussen, Mortan úr Hørg - Jón Pauli Olsen, Birgir Jørgensen
EB/Streymur: Gunnar á Steig - Eyðfinn Joensen, Gert Hansen, Egil á Bø, Hallur Jacobsen - Hans Pauli Samuelsen, Marek Viersbicki, Ronnie Samuelsen, Marni Djurhuus - Magni á Lakjuni, Sorin Anghel









