- Hetta er størsta frambrotið fyri føroyskan fótbólt, síðani vit fingu graslíkisvøllirnar fyri 30 árum síðani.
Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági. Fyrr í kvøld fortaldi hann almenninginum um ætlanina hjá Vágs Býráð um at byggja eina marhøll í Vági.
Hetta er ein ætlan, býráðið hevur arbeitt við í langa tíð, og nú hevur býráðið givið henni tilsøgn um byggiloyvi.
Annars verður tað ítróttarráðið í Vági, sum skal standa fyri henni. Høllin verður stór, 95 metrar long og 50 metrar breið, og hon skal kunna hýsa øllum hugsandi ítróttargreinum, heilt frá fótbólti og hondbólti, til forðarenning, longdarlop og bogaskjóting. Men hon er eisini vælhóskandi sum konserthøll, har tað sum einki verður rúm fyri 10.000 áhoyrarum.
Talan er um eina høll við einum hálvum fótbóltsvølli við graslíki, umframt vølli har tað ber til at spæla hondbólt, kurvabólti, flogbólt, badminton tennis.
Men tað verða eisini umstøður til frælsan ítrótt í marghøllini. Har verður nevniliga rennibreyt við trimum geilum rundanum fótbóltsvøllin, og teinur verður máldur upp til 60 metra sprint og til forðarenning. Men somuleiðis verða tað eisini umstøður til longdarlop, trýlop, og til hæddarlop.
Men ætlanin er eisini, at hon skal vera til taks hjá skúlanum, barnagarðinum, pensjónstum, og øðrum.
Men ætlanin er harafturat at fáa aðrar hentleikar inn í høllina, eitt nú er ætlanin at gera klingrivegg upp í tróðrið, sum er einar 15 metrar høgt. Høllin verður úr stáli, klødd við tunnum, klárum plátum úr serligum tilfari, ið er líka sterkt sum aluminium og stál, og sum tola vind upp á 65 metrar um sekundið. Av tí, at páturnar eru klárar, er tað sum á alljósum degi inni í høllini, tá ið tað annars er ljóst úti.
Marghøllin í Vági, sum skal byggjast við Pálshøll inni á Oyrunum kostar 20 milliónir, tá ið hon er klár at taka í nýtslu, og tað verður hon longu í august næsta summar.
Dennis Holm sigur, at fíggingin er útvegað, og at arbeiðið sostatt byrjar longu í summar.










