Løgmanssteypið
Eingin ivi er um, at B36 var stórfavorittur undan fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið móti VB, og kanska vóru teir so stórir favorittar, at teir sjálvir hildu seg hava vunnið dystin, áðrenn farið var út á vøllin.
Ov seint uppspæl
Sera lýtt var í Gundadali undir dystinum sunnudagin, og tað hevði við sær, at lítil ferð var á dystinum longu frá fyrsta bríksli. B36 hevði hug til at leypa á, men vágbingar stóðu væl á vøllinum, og tað sást á øllum brøgdum, at teir lúrdu upp á tey skjótu mótálopini. Heimaliðið royndi at spæla seg ígjøgnum væl skipaðu verjuna hjá VB, men tað gekk ógvuliga striltið. Alt ov nógvar millumstøðir vóru nýttar á veg úr verjuni og fram í álopið hjá B36, og tískil høvdu vágbingar góða tíð at fáa liðið hjá sær upp á pláss. Eisini kann tað undra, at heimaliðið ikki spældi bóltin meiri niðan gjøgnum síðurnar, tí tað var ov mikið av plássi í rúminum aftan fyri bakkarnar hjá VB.
Vágbingar høvdu kanska ikki bóltin eins nógv og heimaliðið, men teir vóru minst líka vandamiklir. Teir fangaðu ofta bóltin í uppspælinum hjá B36, og tá gjørdist tað ofta vandamikið, tí at menninir hjá heimaliðnum vóru ikki serliga skjótir at koma aftur. Mangan var rættuliga tunt í verjuni hjá B36, og høvdu leikararnir hjá VB ikki nýtt so nógvar bóltrøringar á veg fram eftir vøllinum, høvdu teir allarhelst verið væl vandamiklari.
Tað vóru ikki nógvir opnir málmøguleikar í dystinum, og tí vóru tað ofta einmansavrik ella deyðbóltstøður, ið førdu til vandamiklar atsóknir á bæði málini. Einir 20 minuttir vóru farnir, tá ið John Petersen hegnisliga snýtir ein verjuleikara hjá VB stutt uttan fyri brotsteigin og langar til, men Bjarni í VB-málinum fekk boksað bóltin upp um tvørstongina.
Lítla løtu seinni kom tað, ið leingi sá út til at gerast einasta málið í dystinum. Vágbingar spæla seg skjótt fram eftir vøllinum, og eitt innlegg kemur úr høgra borði. Bólturin fer tvørtur við málinum, og við handaru stong stútar Mindaugas bóltin stutt útfrá, har Birgir Jørgensen er klárur og potar bóltin framvið Tróndi í málinum hjá B36. 1-0 til VB og stóra áskoðarafjøldin í B36-skýlin var sum lamsligin.
Lítið hugflog
Leiðslumálið hjá vágbingum førdi við sær, at teir trektu seg longur aftur á vøllin. B36 royndi at trýsta, men heimaliðið megnaði als ikki at spæla seg til nakrar opnar møguleikar, og tað var so at siga onki hugflog í uppspælinum hjá teimum. Alt ov ofta blivu bóltarnir bara lossaðir niðan móti brotsteiginum hjá VB, og har tóku teir báðir sera vælleikandi miðverjarnir hjá vágbingum, danin Anders Sørensen og liðskiparin Eyðun Jacobsen, ímóti og sendu bóltarnar av vandaleið.
B36 yvirtók alsamt meiri og meiri av spælinum, men miðjan hjá høvuðsstaðarliðnum hekk ikki saman, og tað var sjónligt, at heimaliðið manglaði ein stýrmann á miðvøllinum. Í eini roynd at fáa útjavnandi málið var Áki Mørk sendur á vøllin, og tað gav beinan vegin álopinum meiri tyngd, men framvegis gekk tað striltið við at spæla seg til opnar málmøguleikar.
Størsta partin av seinna hálvleiki var bólturin á VB-hálvuni, og leingi hevði tú varhugan av, at tað fór at kosta hjá vágbingum, at teir høvdu flutt seg so langt aftur á vøllin. Men tíðið gekk, og offensiva satsningin hjá B36 gav eisini pláss til álopsleikararnar hjá VB. Okkurt um fimm minuttir fyri leiklok var líka við, at VB gav heimaliðnum mønustingin. Ein langur bóltur bleiv sendur fram móti brotsteiginum hjá B36, og har misskilja verjan og málverjin hvønnannan. Palli Augustinussen kemur ímillum við høvdinum, men fær akkurát ikki beint bóltinum í tóma málið.
Ístaðin kundu B36arnir halda fram við at stríðast fyri útjavnandi málinum, og tá ið farið var út um vanligu leiktíðina bragdaði endiliga. Í einari ikki serliga vandamiklari støðu í brotsteiginum hjá VB skýtur Ronnie Samuelsen bóltin í hondina á einum verjuleikara hjá VB, og dómarin, Lassin Isaksen, ivaðist ikki og dømdi brotsspark. Vágbingar vóru alt annað enn nøgdir við dómin, men tað gjørdist einki við. Brasiliumaðurin, Alex, var settur at skjóta, og hann fekk akkurát sent bóltin undir Bjarna í VB-málinum til javnleik 1-1. Nú var rómur í B36-skýlinum, og tey flestu ivaðust ikki í, at nú fór B36 at vinna umdystin. So var tó ikki, hóast teir trýstu óført og vóru nær við. Millum annað hevði innskifti Áki Mørk ein stútara, ið streyk beint fram við øðrum stólpanum. Tískil var neyðugt at fara til brotssparkskapping.
Her eydnaðist tað vágbingum at skora upp á fýra av sínum fimm royndum, meðan B36 bert megnaði at skora tríggjar ferðir, og tá ið Símun Samuelsen hjá VB setti seinasta brotssparkið í netið, var rómurin øgiligur á vágbingunum í Gundadali. VB er í hálvfinaluni, har teir í tveimum royndum skulu royna at basa hinum høvuðsstaðarliðnum HB.
Dysturin í tølum
B36-VB 1-1 (0-1) 4-5 eftir brotsspørk
0-1 Birgir Jørgensen
1-1 Alex Jose dos Santos brts.
Brotssparksskapping
1-2 Mindaugas
2-2 Egil á Bø
2-3 Anders Sørensen
3-3 Bárður Mortansson
3-4 Jákup Olsen
4-4 John Petersen
4-5 Símun Samuelsen









