Eitt felag í Vági hevur nú keypt størsta trolaran í Hetlandi.
Talan er um tann 43,9 metra langa Sunbeam, sum felagið V-Invest í Vági, hevur keypt.
Hallur Augustinussen í V-Invest, váttar, at trolarin er keyptur.
Ætlanin var, at hann skal yvirtakast í næstu viku, men tað er eitt sindur óvist við tí beint nú.
Báturin er hampiliga nýggjur, tí hann er smíðaður í Spania í 1997
Hallur Augustinussen vil ikki siga, hvat báturin er keyptur fyri, men hann hevur verið lýstur til sølu fyri 1,3 milliónir pund, ella einar 15 milliónir krónur.
Tað er kvotaneyð, sum fær hetlendingar at selja teirra størsta trolara
Í fjør læntu teir kvotu upp á 100 tons og tað skuldi latast aftur í ár. Sostatt er ikki longur grundarlag fyri bátinum.
Hallur Augustinussen vil onki siga um, hvat báturin skal brúkast til, men tíðindi úr Vági siga, at hann skal yvirtaka rættindini hjá Roc Amadour










