Vágbingar kendu seg snýttar

Fyri nógv tað mesta hevði VB yvirvágina í Gundadali sunnudagin, men við tveimum málum, sum vágbingar ikki vóru serliga fegnir um, fekk HB kortini stigini, soleiðis at meistararnir enn hava møguleikan at gerast meistarar

Fótbóltur

Tað líktist einum avgreiðsluspurningi hjá meistarunum, tá VB vitjaði í Gundadali sunnudagin. Ikki tí. Vágbingar hava ofta argað HB í Gundadali, men fortreytirnar hjá gestunum vóru avgjørt ikki tær bestu. Botnstríðið hevur gjøgnum alt árið tikið nógv av sjálvsálitinum úr VB-liðnum, og við týdningarmikla spælskiparanum, Milan Kulic, á skaðalistanum, mundu tey fægstu roknað við nøkrum skreytum frá teirra síðu. Nakað sum eisini fekk NordicBet at taka dystin av listanum yvir føroyskar dystir, sum veddarar kundu spæla uppá.

Fylgdu taktiska upplegginum
Men vágbingarnir vildu tað tó øðrvísi. Móti einum HB-liði, sum gott nokk manglaði Hall Danielsen og Kára Nielsen, stríddust teir frá fyrsta bríksli manniliga. Stórur dentur varð lagdur á at halda verjuskipina, og tá Poul N. Poulsen eftir gott uppspæl í vinstru kundi leggja gestirnar framum, vóru fortreytirnar fyri kontra-spælinum enn betri.
HB hevði at kalla ikki nakran veruligan málmøguleika fyri steðgin, og fyrstu løtuna eftir steðgin var lítið frægari í so máta. Undan vindinum royndu teir seg onkra tíð við langskotum, men Bjarni í VB-málinum hevði ikki stórvegis trupulleikar av hesum, og so líðandi mundi tað gerast greitt fyri fleiri, at ein sensatión væl kundi vera ávegis.
Og ivaleyst man hvør tann einastai av VB-spælarunum eisini halda, at hendan skuldi verið komin til høldar. Í øllum førum vóru bæði málini hjá HB av tí slagnum, sum førdi nógv mótmæli við sær. Fyrst fór Vagnur Mohr Mortensen um koll í brotsteiginum, og hóast mótmæli, so varð brotsspark dømt. Hetta umsetti Vagnur sjálvur til mál, og so royndi HB at trýsta enn meira.
Innskifti Uni Arge gav eisini nakað av tiltrongdari rástyrki í álopspartinum, men tað var tó ikki hann, sum gjørdist dagsins maður í HB hendan dagin. Hans á Lag hevur fyri tað nógva verið nýttur í álopinum í ár, men eftir skaðasteðg byrjaði hann hesa ferð á miðverjuplássinum, har flestu áskoðararnir kennast best við hann.
Men útgangsstøðið í verjuni hevur tó ongantíð forðað Hans í at gera mál, og tað gjørdi tað heldur ikki hesaferð. Seinastu løtuna varð luftsterki spælarin fluttur niðan í álopið, og í yvirtíðini eydnaðist honum eisini at skora. Mong mundu halda, at talan var um rangstøðu, tá Uni Arge stútaði bóltin niður, men floytan tagdi, og so var Hans ivaleysur.
Ein keðilig vend fyri VB, og hon gjørdist ikki minni keðilig av, at teir beint undan hesum høvdu sín møguleika at avgera. Men ta ferðina brast bólturin stólpan, tá Nenad smekkaði til, og tað er kanska munurin millum eitt odda- og botnlið.

Eldur í botnstríðnum
Fyri vágbingarnar mundi hetta kunnast sum meira enn snópisligt, nú teir so leingi høvdu spælt í minsta lagi upp við meistararnar. At TB so eisini vann sín dyst á Sevmýri mundi ikki betra um lagið í so máta, og nú er av álvara farið at brenna undir teimum. Bara tvey stig eru nú niður til aftasta sessin í deildini, og við einum útidysti á Sevmýri eftir á pappírinum, er av álvara lagt upp spenning í botninum. Ein spenning, sum vágbingar helst gjarna vildu verið fyriuttan.
HB hevði hinvegin alla orsøk at fegnast. Teir megnaðu enn einaferð at sýna eyðsýndu dygdina hjá einum oddaliði. Nevnliga at fáa øll stigini, tá spælið als ikki koyrir upp á tað besta. Og so munnu bæði viðhaldsfólk og spælarar leggja vertin á, at maskinan ikki koyrdi so væl hesaferð. Tað eru stigini, sum telja, og tá árið verður gjørt upp, er tað eingin, sum spyr, hvussu liðini hava spælt. Tað eru stigini, sum telja, og hesi staðfesta, at HB enn er væl og virðiliga við í gullstríðnum.