Vágbingar illa fyri

VB/Sumba er illa fyri. Síðani 1-0 sigurin á heimavølli í fyrsta umfari ímóti AB, hevur VB/Sumba einki fingið burturúr sjey dystum.

Í dag vitjar B71, sum undan kappingarbyrjan saman við VB/Sumba varð roknað millum evnini at flyta niður. Sandoyingar hava tríggjar tær seinastu ferðirnar í alt fingið eitt stig burturúr. Sandoyingar hava higartil staðið seg betri á útivølli enn á heimavølli.

Allir B71 spælararnir eru tøkir. Eisini miðverjin Anders Rasmussen, sum hevur vant seinastu vikurnar, eftir at hann hevur verið skaddur.

Hjá VB/Sumba stendur ikki so væl til. Málrevurin Birgir Jørgensen, Martin Tausen og Birni Kjærbæk eru leikbannaðir.

Miðvallarovastin Evrard Ble hevur verið skaddur seinastu vikurnar. Tað kemur væl við, at hann er tøkur aftur.