Kommunalt samstarv
Ætlanin at stovna eina felags sosiala deild fyri allar kommunurnar í Suðuroy, dettur nú niðurfyri.
Hetta skuldi annars vera fyrsti stovnurin, sum allar kommunurnar í Suðuroy skuldu samstarva um, men nú dettur so einasta, sjálvbodna samstarv ímillum allar kommunurnar í oynni, niðurfyri.
Tó skal viðmerkjast, at allar kommunurnar í Suðuroy hava valt eina felags barnavernd fyri alla oynna. Avtalan um barnaverndina gongur út 31. desembur í 2008, altso, tá ið valskeiðið hjá hesum kommunustýrunum er av.
Tá ið avtalan um eina felags barnavernd varð gjørd, var tað ein partur av semjuni, at tað skuldi eisini skipast ein felags sosial deild fyri alla Suðuroy.
Síðani hevur Tvøroyrar Býráð stovnað sosiala deild á Tvøroyri, sum tað síðani var ætlanin at allar kommunurnar skuldu samstarva um.
Og tað er hendan partin av semjuni, sum so alvorligur kinkur er komin í, at tað dettur niðurfyri.
Í gjárkvøldið samtykti Vágs býráð einmælt at arbeiða við at stovna sína egnu sosialu deild í Vági.
Spurningurin er so um hendan sosiala deildin verður bara fyri Vág, ella um hon verður fyri fleiri kommunur í syðru helvt í Suðuroy.
Vágbingar hava loddað dýpið fyri at vita, um hinar kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy eru sinnaðir til at vera við til at stovna eina sosiala deild fyri syðru helvt í Suðuroy.
Men tað er ymiskt, hvussu tær hava tikið ímóti hesum tankanum.
Á býráðsfundinum í gjárkvøldið varð upplýst, at Sumbiar Bygdaráð hevur víst tankanum frá sær og hevur gjørt av at halda fram við samstarvinum við Tvøroyri. Hovbingar siga, at teir vóru sinnaðir at vera við í einari felags sosialari deild, men tá ið tað ikki eydnast, halda teir seg heilt uttanfyri. Og porkenningar hava ikki tikið støðu enn.
Men á býráðsfundinum varð eisini gjørt greitt, at Vágs Kommuna fer at stovna sína egnu sosialu deild, sama um hon verður einsamøll um tað, ella ikki.
Sølvi Andreasen, formaður í sosialu nevnd hjá Vágs Býráði, væntar, at tað fer at kosta 600.000 700.000 at stovna eina sosiala deild í Vági.
Flyta ov nógvar avgerðir norður á Tvøroyri
Sølvi Andreasen, sigur, at tað eru fleiri orsøkir til, at Vágs Býráð ikki vil vera við í eini felags sosialari deild á Tvøroyri.
- Tað eru fleiri viðurskifti, sum vit eru ónøgd við og vit kunnu ikki ganga undir tær treytir, sum Tvøroyrar Býráð hevur sett, sigur hann.
- Eftir upplegginum skuldi Sosiala Deildin á Tvøroyri umsita so nógv ymisk málsøki, at ein stórur partur av arbeiðsøkinum hjá býráðnum í Vági hevði verið flutt norður á Tvøroyri.
Sølvi Andreasen sigur, at ætlanin er nevniliga, at tann felags sosiala deildin skal umsita øll sosial mál og somuleiðis øll mentanarmál, sum í dag eru undir mentanarnevndini. Sostatt skal deildin umsita bæði barnavernd, dagrøkt, barnaansing, fólkaskúlan, læknamiðstøð o.s.fr.
À býráðsfundi, sum fyrr hevur verið í Vági, var tað ein býráðslimur, sum helt, at verður hetta veruleiki, kann Vágs Býráð akkurát tað sama avtakast.
Og í øllum førum er tað greitt, at vágbingar eru ikki sinnaður at flyta øll hesi málsøkini norður til Tvøroyri at verða umsitin.
- Vit koma at lata alt ov nógv frá okkum og tað kunnu vit ikki.
Og enn verri var tað, at ætlanin er at tann felags sosiala deildin skuldi vera ein stovnur beinleiðis undir umsitingini hjá Tvøroyrar býráð.
Hvørja ferð fólk skuldi setast í starv ella loysast úr starvi, skuldi tað sostatt vera eftir tilmæli frá umsitingini hjá Tvøroyrar býráð.
Sølvi Andreasen sigur, at Vágs Býráð er samt um, at tað ber ikki til at flyta so stóran part av myndugleikanum hjá Vágs Kommunu, norður til umsitingina hjá Tvøroyrar býráð at umsita.
Hann sigur eisini, at Vágs Býráð hevur roynt at taka hesi viðurskiftini til viðgerðar, men tað hevur ikki verið vilji til at gera tær neyðugu broytingarnar, so at Vágs Býráð kann taka undir við ætlanini.
Eitt, sum Vágs Býráð hevur roynt, er at fáa sosialu deild í ein stovn fyri seg, uttanfyri umsitingini hjá Tvøroyrar Býráð, men heldur ikki tað hevur borið til.
Sostatt slitnar hetta samstarvið og tað er hann ómetaliga harmur um, men hann heldur, at í hesum førum hevði ójavnin ímillum Vág og Tvøroyri verið so stórur, at tað bar ikki til.
Hann leggur kortini afturat, at avtalan um sjálva barnaverndina verður ikki ávirkað av hesum og heldur sostatt fram, sum ætlað. Men so verður spurningurin tikin upp í sambandi við næsta kommunuval seinast í 2008.
Í blaðnum í morgin hava vit blaðnum viðmerking frá Jens Johannesen, formanni í sosialu nevnd í Tvøroyrar kommunu.
(HETTA SKAL VERA EIN STUBBI FYRI SEG SJÁLVAN)
Skuldi mana gamla mýtu í jørðina
Tað var á hátíðarligum á fundi umborð á nýggja Smyrli mánadagin 31. oktober í fjør, at allir borgarstjórarnir í Suðuroy skrivaðu undir eina semju um at stovna eina felags barnavernd fyri alla Suðuroy.
Tað, sum gjørdi hetta til eina stórhending í Suðuroy, er, at so vítt nakar visti um, er hetta fyrstu ferð, at allar kommunurnar í Suðuroy semjast um eitt samstarv, sum fevnir um alla oynna.
Tað var eisini ein partur av hesi avtaluni, at tað skuldi eisini arbeiðast fram ímóti at stovna eina felags sosiala deild fyri alla Suðuroy.
Tá hildu borgarstjórarn, at manaði allar mýtur í jørðina um, at suðuroyingar kundu ikki samstarva.
Men , sum tað sæst, bar ikki til at føra semjuna á mál og sostatt vera nú tvær sosialar deildir í Suðuroy