?Tað er framvegis óvist, hvussu verður við tí stóra flakavirkinum hjá Føroya Fiskavirking í Vági.
Vágs Býráð hevði kravt svar frá Føroya Fiskavirking í seinasta lagi sunnudagin um, hvat hon ætlaði við Flakavirkinum í Vági.
Men Býráðið fekk onki svar.
Flakavirkið í Vági var eitt av teimum nógvu virkjunum, sum endaði í tiltikna mølposanum hjá Føroya Fiskavirking.
Og síðani Fiskavirking varð stovnað, hevur virkið í Vági at kalla staðið stongd alla tíðina.
Eitt skifti var kongafiskur úr Irmingarhavinum skorin á virkinum, men tað datt skjótt niðurfyri aftur, og síðani hevur onki verið.
Tó hevur frystigoymslan á virkinum verið leigað út ein stóran part av tíðini, og harafturat hevur Injector Doorsbrúkt ein part av hølunum at gera teir nýggju trollemmarnar í, men veruligt fiskaarbeiði hevur at kalla ikki verið øll árini.
Og í vár misti so Vágs Býráð tolið við Føroya Fiskavirking.
Fyrst í mai mánað skrivaði Vágs Býráð Fiskavirking bræv, har Býráðið vildi hava av vita, hvørjar ítøkilgar ætlanir vóru við flakavirkinum í Vági.
Og tað skuldi vera ætlanir, sum skuldi setast í verk heilt skjótt.
Tað varð gjørt, eftir at Býráðið hevði einmælt samtykt, at kann Fiskavirking ikki vísa á onkra ítøkiliga ætlan, skal sáttmálin um grundstykkið, sum virkið stendur á, sigast upp.
Tað er nevniliga so, at hóast Fiskavirking eigur sjálvan virkisbygningin, er tað kommunan, sum eigur grundstykkið.
Og í leigusáttmálanum stendur, at at verður virkið á stykkinum ikki brúkt til tað, sum tað var ætlað til, tvs, til fiskaarbeiði, kann sáttmálin sigast upp.
Fiskavirking fær sostatt tríggjar kostir í at velja:
Antin verður fiskaarbeiði aftur á virkinum heilt skjótt, ella má Fiskavirking selja onkrum virkið, sum ætlar at hava fiskaarbeiði í tí.
Og eydnast tað heldur ikki at selja virkið, má tað takast niður, so at onkur annar kann sleppa at byggja á stykkinum.
Fiskavirking hevði fingið svar til sunnudagin at svara Vága Býráð.
Men í gjáramorgunin segði Jógvan Krosslá, býráðsformaður, at onki svar var komið. Einasta lívstekin, býráðið í Vági hevur fingið frá Fiskavirking, var eitt bræv, stutt eftir at býráðið hevði sent sítt bræv, har Fiskavirking váttaði, at brævið var komið. Samstundis segði Fiskavirking, at hon framvegis vildi hava gott samstarv við Vágs Býráð.
Biðja um fund
Jógvan Krosslá sigur, at sostatt gongur málið sína gongd.
Ætlanin er nú at fáa fund við Fiskavirking heilt tíðliga í august mánaða at tosa um viðurskiftini, og at fáa greiði á, hvussu farast skal fram hereftir.
? Men tað er framvegis greitt, at verður ikki arbeiðið á flakavirkinum heilt skjótt, skal Fiskavirking avhenda tað, ella ella skal tað seljast, sigur Jógvan Krosslá.
Hann sigur, at Býráðið vil helst loysa málið í sátt og semju, tí endar tað við sakarmálið, kann tað taka drúgva tíð.
? Men tað er greitt, at Býráðið kann ikki góðtaka, eitt eitt so stórt grundstykki mitt á havnalagnum, liggur at kalla óvirkið.
Hann sigur, at tað er serliga átrokandi at loysa málið nú, tí nú eru ítøkiligar ætlanir um at seta stórt fiskavirki stovn í Vági og stykkið, sum flakavirkið stendur á, er tað einasta so stóra stykkið, sum er tókt. Virkið, sum ætlanin er at seta á stovn, er eitt laksavirkið, sum eftir ætlan skal útvega arbeiði til eini 140 fólk, eftir tí, sum áður er upplýst.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Fiskavirking, áðrenn blaðið fór til prentingar. tað sum sína sergrein at skriva um altjóða kvinnufótbólt. Hann hevur síðani sent mær øll úrslit, og afturfyri havi eg sent honum úrslitini og hini hagtølini yvir teir dystirnar, sum vit hava spælt.
Yvirhálað
Tá vit spyrja Álvur, hvussu føroyski kvinnufótbólturin stendur seg nú sammett við í 1997, tá u?18 landsliðið fyrstu ferð tók lut í EM undankappingini, so svarar Álvur soleiðis:
? Luttøkutalið er vaksið ótrúliga nógv. Bæði tí áhugin fyri kvinnufótbólti er øktur kring Europa, og tí at so nógv nýggj lond hava sæð dagsins ljós. Nú luttaka 32 lond í kappingini. Vit vóru tíðliga uppií, og í 1997 vórðu vit flokkað í næstovasta styrkisbólkinum. Tað eru vit ikki longur, staðfestir Álvur Hansen, sum harvið ásannar, at menningin í nógvum av londunum, sum nú eru uppi í kappingini, hevur verið størri, enn hon hevur verið í Føroyum.
jh










