Vágbingar fáa nú ein hin kendasta trolara í Íslandi

Fyrsta dagin kemur nýggi rækjutrolarin hjá vágbingum. Hann er í sera góðum standi og tað eru heilt aðrir møguleikar við honum, enn við tí bátinum, sum teir høvdu frammanundan

Navnframi íslendski trolarin ?Bessi? kemur nú undir føroyskt flagg.

Tað eru vágbingar, sum hava keypt trolarin at fiska rækjur við.

Teir hava keypt hann ístaðin fyri South Island, sum varð seld einum amerikanskum felag í heyst.

Tað var beint fyri jól, at felagið P/F Klettur skrivaðu undir sáttmála um at keypa ?Bessi?. Men áðrenn báturin kundi yvirtakast skuldu ymsar ábøtur skuldi gerast.

Tær ábøturnar eru nú um at verða lidnar og væntandi kemur báturin til Føroyar seinast í hesi vikuni ella fyrst í næstu viku

Fyrst verður farið til Vágs at heilsa uppá vágbingar.

Men síðani skal hann aftur á skipasmiðju, har ymsar broytingar skulu gerast á sjálvari verksmiðjuni.

Eli Frederiksen, reiðari, væntar, at hann verður klárur at fara til fiskiskap seinast i februar.

Hesin nýggi báturin skal eisini eita South Island, eins og tann gamli gjørdi.


Navnframur trolari

?Bessi? varð bygdur í 1989 og flestu sjómenn kenna hann, tí hann fiskaði avbera væl. Men í 1996 varð hann umbygdur til rækjur, so øll úgerðin er at kalla nýggj.


Nógv betri møguleikar

Nú hava so vágbingar keypt hann fyri ímillum 50 og 60 milliónir.

Hann skal fiska fyri góðar 30 milliónir um árið fyri at bera seg.

Men tað heldur Eli Frederiksen, at góð útlit skuldi verið til. Tí hann sigur, at hesin báturin er væl størri og betri útgjørdur enn gamli South Island

Sostatt hava teir eisini nógv betri møguleikar at fiska við honum, enn teir høvdu við tí gamla.

Tann nýggi South Island er 60 metrar langur og hann tekur næstan 500 tons, so talan er um eitt heilt annað skip.

Hann hevur trý spøl so teir fáa trola við tveimum trolum

? Alt hetta ger, at møguleikarnir fyri einum góðum rakstri eru nógv betri við hesum bátinum, enn við tí gamla, sigur reiðarin.

Hann sigur, at nú fáa teir gjørt longri túrar, og hann væntar eisini, at teir fara á Flemmish Cap við hesum nýggja bátinum.

Har hava føroyingar felags fiskidagar men við gamla South Island gjørdu teir bara nakrar fáar túrar á Flemmish Cap.

Annars verður tað tann vanligi fiskiskapurin við Svalbarð. Men teir hava onga kvotu undir Eysturgrønlandi.

Teir verða einir 16-18 mans við tí nýggja skipinum. Við gamla South Island vóru teir 14 mans. Teir, sum vóru við gamla South Island fylgja við umborð á tann nýggja, og so skulu nakrir við afturat.

So er bara at vóna, at sama góða eydna, ið fylgdi bátinum ímeðan hann var á íslendskum hondum, eisini fer at fylgja honum, nú hann er kemur undir føroyskt flagg.