Vágbingar eiga bestu dreingirnar

5-mannafør dreingir: Talan var um tætta kapping millum Royndina Fríðu og Jallin hjá Róðrarfelagnum Knørri. Í fagrastu róðrarlíkindum - bæði hjá teimum í bátunum og teimum á landi - var talan um spennandi og tætta kapping millum dreingjamanningarnar.

Á Norðoyastevnu er røðin avgjørd við lutakasti, tí er møguleiki fyri, at bestu bátarnir liggja langt frá hvørjum øðrum, og soleiðis var tað í hesi kappingini.

Jallurin lá eystastur og róði harvið undir Kósabrúnni, meðan Royndin Fríða lá longri vesturi á.

Hjá áskoðarunum kann tað í sovornum støðum vera ilt at meta um, men á málinum var eingin ivi. Royndin Fríða var greiður vinnari - eina hálva bátslongd frammanfyri Jallin og Blik, sum komu so at siga stavn um stavn á málið.

 

5 mannafør dreingir

1 Royndin Fríða 05:07.14

2 Jallurin 05:08.15

3 Blikur 05:08.16

4 Drekin 05:11.01

5 Sílið 05:12.00

6 Frúgvin 05:12.10

7 Pílur 05:13.12

8 Havfrúgvin 05:15.00

9 Svanur 05:16.04

10 Erla Kongsdóttir 05:16.06

11 Teistin 05:16.08

12 Fípan Fagra 05:17.01

13 Sandingur 05:35.04

 

1 Royndin Fríða 7

2 Jallurin 6

3 Blikur 5

4 Drekin 4

5 Sílið 3

6 Frúgvin 2

7 Pílur 1

8 Sandingur 0

9 Havfrúgvin 0

10 Fípan Fagra 0

11 Svanur 0

12 Erla Kongsdóttir 0

13 Teistin 0