Vágatunnilin fyllir tíggju ár

Mánadagin 10. desember eru 10 ár liðin, síðan undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi, Vágatunnilin, læt upp. Stívliga trý ár seinni lat undirsjóvartunnilin undir Leirvíksfjørð, Norðoyartunnilin, upp, og hetta eru størstu og mest kollveltandi frambrot á føroyska veganetinum í nýggjari tíð.

Fyri at hátíðarhalda tíggju ára dagin, verður ókeypis at koyra undir Vestmannasund frá fríggjamorgni 7. desember klokkan seks og fram til týsmorgunin 11. desember klokkan seks. Leygardagin tann 8. desember verður eisini ókeypis at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin, frá klokkan seks á morgni og fram til sunnumorgunin klokkan seks.

- Føroysku undirsjóvartunlarnir nýtast ikki at verja sín rætt at vera til. Hagtølini vísa, at báðir tveir hava prógvað sína nyttu, og í dag er ongin, sum dugir at hugsa sær okkara land uttan hesar tunlar. Teir binda saman við føstum sambandi 86,7 prosent av íbúgvunum, sigur Uni Danielsen, stjóri í báðum tunnilsfeløgunum.

Seinastu árini meðan ferjusamband var um Vestmannasund, lá talið av akførum, sum varð flutt árliga um sundið, um 100.000. Longu fyrsta árið, í 2003, hækkaði talið upp til 350.000 bilar. Næstu árini kom talið upp um eina hálva millión bilar, og hevur seinastu trý árini lagt seg í eina fasta legu, sum liggur beint undir 600.000 bilar um árið. Fólkatalið er eisini vaksið í Vágum síðan fasta sambandið.

Seinasta árið við ferjuni um Vestmannasund lá bilatalið um 300 bilar í miðal um dagin. Í dag koyra yvir 1600 bilar hvønn dag undir Vestmannasundi.

Mesta ferðslan er í summarhálvuni og serliga í august, tá ið ferðslan í fjør kom upp um 2000 bilar um dagin. Vetrarmánaðarnar november, desember, januar og februar liggur talið av akførum um dagin báðumegin við 1400.

Tað er vorðið bíligari við árunum at koyra í undirsjóvartunlunum, sum hava somu prísir. Miðalprísurin at koyra undir Vestmannasund var fyri tíggju árum síðani beint niðanfyri 150 krónur. Í dag liggur miðalprísurin niðanfyri 75 krónur fyri hvønn túr.

Vágatunnilin kostaði 295 milliónir og Norðoyatunnilin 395 milliónir. Vágatunnilin er fíggjaður við 160,3 mió. kr. í partapeningi úr landskassanum, og 135 mió. kr. í lántøku. Norðoyatunnilin er fíggjaður við 235 mió. kr. í partapeningi og 160 mió. kr. í láni. Tunlarnir skulu latast landinum, tá ið teir eru afturgoldnir.