Vágasound í Klaksvík

Tinganest fara at undirhalda við sínum herligu sangum á Summar Festivalinum.

 

Hvør kennir ikki sangir sum Vágagellan, Upp Á Tá og Annan Sang. Og hvør kennir ikki eyðkenda ljóðið hjá bólkinum Tinganest. Teir eru festligir og herligir. Við sjarmerandi vágasoundi og -dialekt løgdu teir Føroyar fyri sínar føtur, og teir eru framvegis framúr, tá ið teir fara á pallin.

 

Tað eru liðin næstan 30 ár, síðani Tinganest kom við sínari fyrstu útgávu, og samanlagt eru tríggjar útgávur umframt ein savsfløga komin frá bólkinum.

 

Nú fer Tinganest aftur at spæla á landsins størsta tónleikatiltaki. Tinganest verða við, tá Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 2. til 4. august.