Í morgin verður kappróður á Sandavági. Hetta er næstsíðsti FM kappróðurin í ár. Hetta er samstundis fyrsta ferðin, at kappróður er á Sandavági triðja hvørt ár. Fyrr var tað soleiðis, at Vestanstevna var fjórða hvørt ár í teimum trimum bygdunum í Vágum og í Vestmanna. Nú skiftast vestmenningar at halda Fjarðastevnu saman við teimum á Strondum og teimum á Skála, og tær triggjar stóru bygdirnar í Vágum skiftast um at halda Vestanstevnu.
Vestanstevnan var í Sandavági í 2003, og nú er hon altso aftur í Sandavági. Sandavágur liggur soleiðis fyri, at tað er rættuliga avgerandi, hvussu veðrið er, tá ið tað verður róð kapp. Veðurmaðurin sigur, at hann verður útsynningur í ættini. Tað vil siga, at lotið kemur frá Giljaneslandinum. Tað verður eitt sindur vátt fyrrapartin, meðan tað verður turt seinnapartin.
Í Vágum er spenningurin stórur. Har eru tað serliga kvinnu manningarnar, sum hava staðið seg væl higartil í ár. Ørnin við kvinnum, Frúgvin við gentum og Riddarin við kvinnum eru allar fremstar í sínum kappingum.
Ørnin kann vinna FM
Best fyri liggur Ørnin úr Sandavági. Tað skal vilja heilt illa við hjá Ørnini, um hon ikki fer at vinna FM í morgin. Takið er at halda Sílið aftanfyri seg, og FM heitið verður eisini tryggjað, um Sílið ikki verður ov nógv frammanfyri Ørnina.
Eingin ivi er kortini um, at Ørnin ætlar sær at vinna FM heitið við manér. Tað vil siga, at tær í Sandavági ætla sær at vinna í heimasjógvi í morgin, og at tær eisini ætla sær at vinna á Ólavsøku.
Sannlíkið fyri, at ætlanin hjá Ørnini skal gerast til veruleika, er rættuliga stórt, um róðurin í Vestmanna verður nýttur sum metingar grundarlag. Við kappingini á Fjarðastevnu í huga er tað meiri ivasamt, um tað fer at eydnast Riddaranum úr Miðvági og Frúnni úr Miðvági at vinna FM í morgin.
Um Riddarin vinnur í dag, so verður hann ivaleyst FM vinnari. Takið verður stórt at koma fyrst á mál. Kvinnurnar á Jarnbardi hava í seinastu kappingunum víst seg at vera ógvuliga stinnar. Tær mugu roknast at vera favorittar í morgin.
Frúgvin úr Miðvági er partur av mest spennandi FM kappingini yvirhøvur. Frúgvin er eitt stig aftanfyri Blik. Eingin annar hevur møguleika at vinna FM í gentukappingini. Blikur vann á Fjarðastevnu.
Stórur spenningur hjá 8-mannaførum
Á mannfólkasíðuni er eingin ivi um, at Ritan fer at vinna FM í dreingjakappingini í morgin. Tað er heldur eingin ivi um, at Sølmundur í morgin fer at vinna FM í kappingini millum 6-mannafør við monnum. Klaksvíkingur fer at vinna FM í kappingini millum 10-mannaførini. Í kappingini millum 8-mannaførini er spenningurin øgiligur. Ørvur hevur aftur hesa ferð knívin á barkanum. Um tað ikki eydnast teimum í Havnar Róðrarfelag at koma fyrst á mál í morgin, so bendir alt á, at Knørrur verður meistari.
Allar manningar vilja fegnar vinna FM, tá ið tær standa ovast á sigursskamlinum eftir stevnuróður. Tað er veldugur motivatiónsfaktorur í morgin. Bæði hjá teimum, sum liggja til at vinna FM, og hjá teimum, sum tað higartil í ár ikki hevur hilnast so væl hjá.