Løgmanssteypið
Tað er einki at ivast í, at vágamenn sjálvir halda seg hava eitt fótbóltslið, sum kann gera nakað um seg í ár. Teir báðir fyrstu dystirnir hava eisini víst, at liðið hevur ávísar dygdir, og kanska júst tí, hevur tað eisini kenst nakað hugtungt, at liðið kortini ikki hevur fingið so nógv burturúr á stigatalvuni, sum tað annars hevur verið ynskiligt.
Einvegis
Leygardagin komu vágamenn tó ígongd, og tað var so eisini við manér. TB, sum undan hesum dystinum hevði eitt stig,l var á vitjan, og tó at tvøramenn ivaleyst høvdu vónir um at fáa í øllum førum annað stigið heim við sær, so varð hetta av ongum. Og tað so dyggiliga.
Gestirnir byrjaðu annars hampuliga væl. Við einum kompaktum miðvølli royndu teir at steðga uppspælinum hjá heimaliðnum, fyri síðani sjálvir at finna álopsmenninar við longum sendingum.
Ætlanin við hesum var helst, at fáa heimamenninar at ótolnast, fyri síðani at fáa nøkur kontra, men tað var skjótt, at hendan spæliætlan varð oyðiliøgd. Eitt innkast úr høgru fann Clayton Soares, sum longi bóltin inn til Bjarna Prior, og úr sera spískum vinkli smekkaði hann til, so bólturin fór sendandi upp undir nettakið.
Eftir hetta gjørdist dysturin beinan vegin alt meira einvegis. Vágamenn høvdu stundir til at fáa spælið at koyra. Teir otaðu seg alt meira niðaneftir, og áðrenn hálvleikur var runnin, høvdu teir eisini væl og virðiliga fingið løn fyri hetta.
Bjarni Prior var aftur á blettinum, tá leiðslan varð økt um miðjan hálvleikin. Da Silva sendi landsmannin, Clayton, avstað í høgru, og tá hesin lyfti inn í brotsteigin, stóð Bjarin leysur við nærmaru stong og stýrdi bóltinum inn við høvdinum.
Nakað seinni var Kim Poulsen upp á spæl, tá TB-málverjin ikki fekk hildið skotið frá Sjúrði Ellefesen, og stutt fyri hálvleik stútaði sami Kim sítt næsta mál. Aftur hesa ferð eftir uppspæl frá Sjúrði.
Kenna treytirnar
Í seinna hálvleiki helt yvirvágin hjá heimaliðnum fram. TB hevði mest sum givið skarvin yvir, og tó at eingin overvaði seg í royndunum at økja um sigurin, so komu tvey mál aftuat.
Tað fyrra av teimum var helst tað vakrasta í dystinum, tá Elfinn Ørvarødd heilfluktaði, eftir at málverjin hevði boksað hornaspark útfrá. Úr 25 metrum fór bólturin sendandi beina kós í meskarnar, og stutt fyri leiklok kundi Clayton Soares so seta punktum fyri málskjótingini eftir horna og trunkaspæl.
Og við sigrinum komu vágamenn so loksins í gongd við stigasavnanina í sínum bólki. Sjálvir hava teir ongan tíð ivast í møguleikanum at koma víðari úr bólkinum, og treytirnar eru eisini hampuliga greiðar í so máta. Helst skulu teir hava seks stig í teimum trimum komandi dystunum. Heima móti ávíkavist NSÍ og B68 og so eisini útidysturin móti TB.
Dysturin í tølum
FSV-TB 6-0 (4-0)
1-0: Bjarni Prior
2-0: Bjarni Prior
3-0: Kim Poulsen
4-0: Kim Poulsen
5-0: Elfinn Ørvarodd
6-0: Clayton Soares.