Tað var sera gott lag í 07 Vestur leguni, tá ið síðsta bríkslið ljóðaði í Gundadali fyri tveimum vikum síðani. Úrslitið á útivølli ímóti stórfavorittunum í HB var málleysur javnleikur.
Fyri einari viku síðani tapti 07 Vestur í steypakappingini ímóti 1. deilarliðnum Skála á útivølli. Tað ganga teir ikki so høgt upp í har vesturi. Tað ræður fyrst og fremst um at standa seg væl í landskappingini.
Í dag kemur hitt stóra havnarfelagið, B36, á vitjan, og í 07 Vestur vita teir, at fyritreytirnar verða øðrvísi í dag, enn tær vóru í Gundadali ímóti HB. Ta ferðina var 07 Vestur rættuliga verjukent. Í dag verður tað meiri álopskent, enn tað var ímóti HB.
Miðvallarin Evrard Blé er tøkur aftur, eftir at hann seinastu ferðirnar hevur verið leikbannaður.
Í B36 leguni er tað eitt sindur fram og eitt sindur aftur. Tað er ein smeitur, at Súni Olsen er leikbannaður,og tað kom illa við, tá ið tað í gjár varð greitt, at vinstri vongverjin, Símun Joensen, er so mikið plágaður av skaða í lærinum, at hann ikki er førur fyri at spæla. Høgni Eysturoy er tøkur aftur, og so er møguleiki fyri at Lawal og Lukasz Cieslewicz verða við í dag, hóast teir seinastu vikurnar ikki hava vant saman við hinum.










