07 Vestur er framvegis trygt oddalið í næstbestu fótbóltsdeildini. TB vitjaði seinnapartin í Sørvági, og tvøramenn eru á veg til hús aftur við ongum. Úrslitið var 3-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki var TB verjan so óheppin at gera sjálvmál, tá ið bólturin eftir innlegg úr vinstru frá Jóhan Petur á Stongum varð stýrdur upp um málverjan.
TB fekk góðan møguleika at svara aftur, eftir at 07 Vestur málverjin hevði gjørt brotsspark. Josef Bossene royndi seg úr ellivu metrum, men Prderag Stankovic bjargaði.
Í 2. hálvleiki foldaði veteranurin Jens Erik Rasmussen seg út. Hann økti til 2-0, eftir at hann var spældur leysur, og síðani staðfesti hann 3-0 sigurin við rimmar langskoti.
07 Vestur hevur trettan stig fyri fimm dystir, og TB hevur sjey stig fyri fimm dystir.