Vágamenn hava framvegis fult hús

...

2. deild: FSV-HB 4-1 (3-0)


Emil L. Jacobsen


Fyri felagsliðið hjá vágamonnum er málið eittans í ár: Uppflyting til 1. deild.

Tað hevur gingið væl higartil, og FS Vágar hevur vunnið teir fýra dystirnar, teir hava spælt. Tað kemur eisini væl við hjá teimum, at TB, sum undan kappingini varð mett sum ein av størstu kappingarneytunum til uppflytingina, ikki hevur fingið so góð úrslit, og so er spurningurin, hvussu verður við LÍF, sum skjýtur nógv mál fyri tíðina.

FS Vágar hevði vitjan av HB um vikuskiftið. Havnarliðið tapti fyrsta dystin móti NSÍ, men síðani hevur gingið betur hjá teimum. Men hesaferð kundu teir ikki gera nógv, hóast teir høvdu bóltin rættiliga nógv.

Vágamenn løgdu seg á odda, tá 20 minuttir vóru spældir. Fram til tá hevði heimaliðið havt lítla yvirvág, og tað var í lagi, at Eyðfinn Davidsen kundi skalla eitt innlegg í netið.

Tíggju minuttir seinni bleiv Birgir Joensen spældur leysur mitt fyri, og hann økti til 2-0, áðrenn Sonni Johansen tveir minuttir hevði seinasta fótin á einum hornasparksinnleggi og skoraði til 3-0.

Heimaliðið hevði fult tamarhald á støðuni, men teir blivu skerdir, tá toppskjúttin John Johansen tveir minuttir inni í seinna hálvleiki bleiv blakaður út fyri hevnisøku. Men beint aftaná fór Eyðfinn Davidsen sjálvur og økti til 4-0.

Við einum manni í yvirtali fekk HB meira at siga í spælinum, men teir vóru fýra mál aftanfyri, og uppgávan var mestsum ógjørlig. Teir fingu tó eitt troystmál í 65. minutti, sum Bogi Midjord syrgdi fyri eftir horna og trunkaspæl.

Við sigrinum kom FS Vágar upp á 12 stig fyri 4 dystir og eru í løtuni nummar tvey í deildini, eitt stig aftanfyri NSÍ, sum hevur spælt 5 dystir. Vágamenn kunnu tó leggja seg á odda longu í annaðkvøld, tá teir spæla útsetta dystin móti GÍ. Men tað verður so uttan John Johansen, tí hann er leikbannaður.