Vágamenn fingu fult í høvuðsstaðnum

Tað er gott lag í 07 Vestur ferðalagnum, sum er á veg vestur í Vágar eftir torføra landskappingardystin á niðara vølli í Gundadali ímóti FC Hoyvík.

07 Vestur vann 2-1, eftir at 1. hálvleikur hevði verið málleysur.

Jón Brekká legði heimaliðið framum miðskeiðis í 2. hálvleiki. Tá ið eitt korter var eftir javnaði innskifti Jákup Andrias Joensen til 1-1, og lítla løtu seinna skoraði Hans Arni Ellefsen sigursmálið fyri 07 Vestur.