Vágamenn eru komnir á talvuna

Eftir fýra umfør eru uppflytararnir í Vágum komnir á talvuna, og uppflytararnir úr Klaksvík eru framvegis oddalið. 3-3 boðar frá undirhaldandi uppgerð, og soleiðis var tað í Sørvági, har 07 Vestur hevði vitjan av KÍ, og har vindurin darvaði. KÍ hevði vindin undan í 1. hálvleiki, sum klaksvíkingar vunnu 2-1, og heimaliðið vann 2-1, tá ið 07 Vestur hevði vindin undan.

KÍ legði bragdliga fyri, og klaksvíkingar høvdu møguleikar, men tað var 07 Vestur, sum skoraði fyrst. Clayton Soares átti uppleggið, tá ið síðuspælarin í høgru, Henning S. Joensen skoraði. Clayton var sera sentralur, tí hann skoraði bæði heimamálini í 2. hálvleiki.

Hjá KÍ skoraði miðvallarin Nenad Stankovic til 1-1, og í síðstu løtu undan steðginum var tað vongverjin í høgru, Rudolf Eliasen, sum skoraði til 2-1.

Miðvallarin Kristoffur Jakobsen javnaði til 3-3 við rimmar skoti av brotsteigarmarkinum.

Hetta var fyrsta ferðin síðani uppflytingina, at 07 Vestur vann stig, og hetta var fyrsta ferðin síðani uppflytingina, at KÍ misti stig.

 

 

07 Vestur-KÍ 3-3 (1-2)

Dómari: Petur Reinert

1-0: Henning S. Joensen 24.

1-1: Nenad Stankovic 29.

1-2: Rudolf Eliasen 45.

2-2: Clayton Soares 69.

3-2: Clayton Soares 71.

3-3: Kristoffur Jakobsen 88.

07 Vestur: Hans Jørgensen ? Sjúrður

Ellefsen, Téhé Aristide, Jón Nielsen (Holgar Djurhuus, 87.), Rógvi F. Nielsen ? Henning G. Joensen, Tór-Ingar Akselsen, Badara Diedhiou, Eli F. Nielsen (Tórstein Heinason, 46.), Sigtór Petersen - Clayton Soares

Gult kort: Henning S. Joensen

KÍ: Gunnar á Steig - Rudolf Eliasen, Jógvan Isaksen, Oddmar á Lakjuni, Ísak Simonsen - Kristoffur Jakobsen, Nenad Stankovic, Høgni Madsen, Hjalgrím Elltør, Henry Heinesen (Sámal á Tjaldrafløtti Olsen, 74.) - Bárður Heinesen (Philip Djordjevic, 77.)

Gult kort: eingin

 

---

 

90 min.

3-3

Kristoffur Jakobsen hevur við fínum fluktara eftir hornasparksinnlegg og útfrá skorað fyri KÍ.

 

--

 

70 min.

3-2

Trýstið hjá vágamonnum hevur eftir lítlari løtu givið úrslit tvær ferðir. Clayton Soares hevur skorað bæði málini. Tað fyrra eftir innlegg úr høgru frá Sjúrða Ellefsen, og tað seinna, tá ið hann varð leysur mitt fyri.

 

-----

 

55 min.

1-2

Heimaliðið hevur umskipað soleiðis, at miðverjin Jón Nielsen er fluttur fram í álopið, har hann nú er undir liðini á Clayton Soares.

Emil Mikkelsen er settur inn í miðverjuna, og Eli Nielsen er tikin út.

 

----

 

 

Hálvleikur

1-2

Stutt undan steðginum legði høgri vongverji hjá KÍ Rudolf Eliasen framum, eftir at hann var spældur innanfyri vinstra vongverjan hjá heimaliðnum.

Tað er kalt, og lotið er frískt. KÍ hevur havt lotið undan.

Tað eru nógvir klaksvíkingar í Sørvági.

 

---

 

Henning G. Joensen legði heimaliðið í Sørvági á odda, og lítla løtu seinni javnaði Nenad Stankovic fyri KÍ.

 

07 Vestur-KÍ

Dómari: Petur Reinert

07 Vestur: Hans Jørgensen ? Sjúrður Ellefsen, Téhé Aristide, Jón Nielsen, Rógvi F. Nielsen ? Henning G. Joensen, Tór-Ingar Akselsen, Badara Diedhiou, Eli F. Nielsen (Emil Mikkelsen, 46.), Sigtór Petersen - Clayton Soares

 

KÍ: Gunnar á Steig - Rudolf Eliasen, Jógvan Isaksen, Oddmar á Lakjuni, Ísak Simonsen - Kristoffur Jakobsen, Nenad Stankovic, Høgni Madsen, Hjalgrím Elltør, Henry Heinesen - Bárður Heinesen