Vágaliðini mugu halda fast

Hjá bæði Drátti og SÍ ræður um at halda fast í oddinum í meistaradeildini hjá kvinnum, tá tær møta ávikavist KÍF og Mjølni.

Árið í ár hevur verið gott hjá báðum vágaliðunum í meistaradeildini hjá kvinnum. Dráttur liggur í førarafeltinum saman við TB og ÍF, meðan SÍ liggur beint í hølunum á teimum við 10 stigum. Leygardagin skulu hesi bæði liðini í dyst ímóti botnliðunum.
 
Dráttur skal í gongd aftur
Á Giljanesi fær Dráttur vitjan av KÍF. Gongdin hjá Drátti hevur verið alt annað enn góð síðstu dystirnar. Síðsta vikuskiftið blivu tær hølvaðar av í Trongisvági, og undan tí dystinum høvdu tær tapt á heimavølli fyri botnliðnum, Mjølni. KÍF sær hinvegin út til at hava fingið vind aftur í seglini. Eftir sjey tap á rað vunnu tær aftur seinast, tá tær møttu Mjølnir í Klaksvík, so dysturin á Giljanesi kann blíva sera spennandi.
 
SÍ er flúgvandi
SÍ skal til Klaksvíkar at møta Mjølni. Gongdin hjá SÍ hevur verið sera góð í seinastuni. Síðstu tveir dystirnar hava tær vunnið á bæði Drátti og TB, og við spælinum, sum tær hava víst síðstu dystirnar, so er ilt at meta um, hvat av hinum liðunum megnar at steðga teimum í løtuni. Tær mugu í øllum førum metast sum stórir favorittar í dystinum ímóti Mjølni.