Vágaliðið misti í Runavík

Nú eru tað VB/Sumba og AB, sum hava atgongumerkini til bestu deildina

Fótbóltur

 

Ætlanin hjá vágamonnum um at fótbóltur í bestu deildini skal vera har vesturi næsta kappingarár fekk eitt skot fyri bógvin leygardagin. Í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin heilkiksaði tað hjá 07 Vestur í Leirvík, har teir næstbestu hjá Víkingi vunnu 2-1.

Leygardagin vitjaði 07 Vestur aftur í Eysturoy, og aftur hesa ferð var úrtøkan ikki tann, sum tað varð roknað við. Úrslitið var 1-1, og harvið misti 07 Vestur í oddastríðnum við AB og VB/Sumba, sum vunnu fulla úrtøku.

VB/Sumba hevði stórar trupulleikar við at fáa mál ímóti víkingunum, sum hildu tørn, inntil tað restaðu tjúgu minuttir. Pól Thorsteinsson royndi at sneiða framvið málverjanum, sum nýtti neyðbremsuna. Brotsspark og reytt kort til málverjan, og so skoraði VB/Sumba tríggjar ferðir.

Í Klaksvík tók tað eisini sína tíð, áðrenn AB fekk bilbukt við teimum næstbestu hjá KÍ. Dysturin var klokkan 14 og ikki klokkan 15, sum plagar at vera vanlig dystartíð hjá teimum næstbestu í Klaksvík. Tey, sum ikki møttu fyrrenn klokkan 15, fingu kortini øll málini. Tey vóru eisini eygnavitni til, at AB álopsspælarin við tí í Klaksvík væl kenda Sigurðsson eftirnavninum er málsøkin. Tróndur Sigurðsson skoraði tvær ferðir, og hann var við í uppspælinum til málið, sum Dion Jacobsen skoraði.

Tá ið Andrzej Stretowicz eftir stóran hálvan tíma eftir innlegg frá Tór-Ingar Akselsen legði 07 Vestur á odda í Runavík, tóktist tað sum um, at tað fór at enda við vágasigri, hóast spælið ikki var serliga sannførandi. Men soleiðis skuldi tað ikki vera. Øssur Dalbúð er málsøkin, og tað var hann, sum stutt undan steðginum javnaði til 1-1.

Hjá TB er tað aftur farið at bragda. Hesa ferð vunnu tvøramenn sannførandi 3-0 sigur á HB í Gundadali. Josef Bassene taldist aftur hesa ferð millum málskjúttarnar, og aftur hesa ferð skoraði hann við fínum langskoti.

Á Toftum vann heimaliðið 6-1 stórsigur á EB/Streymi, sum tað sær svart út hjá. Súni Fríði Barbá beinleiðis upp á fríspark og unglingaspælarin André Olsen skoraðu í 1. hálvleiki, og í 2. hálvleiki skolaðu málini ígjøgnum EB/Streyma málið. Badara tvær ferðir og innskifti Eyðun Jacobsen tvær ferðir syrgdu fyri tennisúrslitinum, sum ber við sær, at B68 er á veg at fóta sær í kappingini um at sleppa undan at flyta niður.