Vágafólk hava fyri kortum ognað sær fyrrverandi Brodd.
Báturin er bygdur í Fredriksund 1933 og skrásettur fyrstu ferð í Foroyum á sumri í 1946. Hann hevur mest verið brúktur sum útróðrarbátur.
Báturin hevur havt heimastað í Vágum tvær ferðir. Fyrru ferð í 1956 undir navninum Broddur VA 224, tá átti N. Niclasen í Sorvági bátin. Seinnu ferð var í 1977 undir navninum Birita VA 11, tá átti Arnold Johannesen í Miðvági bátin.
Nú verður so kallað inn til fund, har ætlanin er at stovna áhugafelaf, sum skal eiga bátin.
- Endamálið við felaginum er, at varðveita bátin og gera hann í upprunastand aftur, siga stigtakararnir.
Ætlanin er, at øll vágafólk, bæði ung og gomul, skulu fáa gleði av bátinum í framtíðini, leggja teir afturat.
Stovnandi aðalfundurin verður í aulini í skúlanum í Miðvági sunnukvøldið 9 oktobur klokkan 19.