Vágafólk skulu leggja gólv í Glasi

8,3 milliónir krónur kostar tað at leggja gólv í Glasir. Tað er greitt, nú Landsverk í gjár undirskrivaði sáttmála við sp/f Jim S í Sørvági um at leggja gólv í nýggja miðnámsskúlanum.

 

Talan er væntandi um størstu gólvarbeiðstøku í Føroyum nakrantíð. 15.000 fermetrar av gólvi, tað svarar til 150 sethús ella tríggjar fótbóltsvallir, skulu gerast. Talan er í høvuðsheitum um slíping og yvirflatuviðgerð.

 

Gólvið í nýggja miðnámsskúlanum verður ávikavist betongslípað, løgd við vinyl ella polyurethan.

 

Meginparturin av gólvunum í Glasi fara at minna um tey, sum eru løgd á í terminalinum á flogvøllinum. Millum annað vera tey at síggja í øllum vanligum skúlastovum, í matstovuni og á allari gólvvíddini í runda høvuðsbygninginum.