Vága kommuna við í Earth Hour 2018

- Vit heita eisini á okkara borgarar um at vísa virðing fyri klótuni og okkara eftirkomarum, siga tey í Vága býráði.

WWF (World Wildlife Fund) hevur boðið Vága kommunu at vera partur av veðurlagsátakinum Earth Hour 2018.

 

Hetta er eitt afturvendandi átak, sum verður hildið á hvørjum ári, har miljónir av fólkum, virkjum, kommunum og býum kring allan knøttin sløkkja ljósið í ein tíma fyri at seta veðurlagið í brennidepilin.

 

Í Vága kommunu siga tey, at kommunan fer at sløkkja øll ljós og gøtuljós, sum ráðiligt er at sløkkja, leygardagin tann 24. mars 2018 millum klokkan 20.30 og 21.30.

 

- Vit heita eisini á okkara borgarar um at vísa virðing fyri klótuni og okkara eftirkomarum - og at sløkkja ljósið leygardagin 24. mars 2018 millum klokkan 20.30 og 21.30, er áheitanin hjá Vága býráð.