Í sambandi við, at tónaskaldið Knút Olsen fyllir 65 ár, verður hátíðarhald í Sandavági í morgin. Tónaskaldið Knút Olsen fyllir 65 ár í morgin, og tí skipar Vága kommuna fyri hátíðarhaldi honum til heiðurs.
Tað var í Sandavági, at tónaskaldið vaks upp og skrivaði síni fyrstu løg. Síðan hann gjørdist virkin, hevur Knút í mong ár ríkað kirkju, ands og kórlív við sínum løgum til sálmar, sangir og barnarímur.
Hátíðarløtan, sum Vága kommuna stendur aftanfyri, byrjar í Sandavágs kirkju í morgin klokkan 14, har Tarira syngur sálmar og sangir við løgum eftir Knút Olsen.
Tá liðugt er í kirkjuni, verður farið í SíF-húsið, har nøkur orð verða søgd, og okkurt ábit verður.
Í mai mánað í ár sungu kórini Tarira og Mpiri undir leiðslu av ávikavist Sunleifi Rasmussen og Gorm Larsen 17 løg hjá Knúti Olsen inn.
Í samband við hátíðardagin í morgin gevur plátufelagið TUTL hesi løg út á fløgu. Heitið á fløguni er ?Mai-mynd?.
Á fløguni er úrval av sangum og sálmum í kórútsetingum, sum Knút Olsen hevur smíðað seinastu 40 árini. Nógv av løgunum vera av kórsangarum skýrd ?perlur?. Løgini ?Føroyar mín móðir? og ?Kirkjan hon er eitt gamalt hús? hava grógvið seg fast í mong føroysk hjørtu.
Tað er Jensina Olsen, sum hevur samskipað verkætlanina.
Úr Vágum verður sagt, at øll eru hjartaliga vælkomin til heiðursløtuna fyri Knúti Olsen, har eisini verður høvi at ogna sær fløguna.
Myndina, sum Portalurin hevur av føðingardagsbarninum til henda tíðindastubban, hevur Bárður Eklund tikið.









