Vága Floghavn verður útbygd og nútímansgjørd

Eg havi við stórum áhuga fylgt við viðgerðini av flogvallarspurninginum í bløðunum, útvarpi og sjónvarpi, hesa seinastu tíðina

Alfred Olsen, Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Nógv áhugavert og skilagott er sagt og skrivað um eina komandi floghavn í Føroyum, og eg fegnist um, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, nú sigur, at øll øki skulu vera kannað, og tað merkir, at Skorðhæddin, sum var skotin út í rúmdina, nú aftur er komin inn í luftrúmið hjá landsstýrismanninum, men eg sakni viðgerðin av at útbyggja Vága floghavn.

Flogvøllurin í Vágum
Vit eru ikki í nakrari kreppustøðu hvat viðvíkur flogvølli, tí vit hava flogvøllin í Vágum í dag, sum við góðum vilja er nýtiligur til tey flogfør sum røkja flogrutuna til og úr Føroyum í dag, men tíðin og komandi flogfør krevja, at verandi flogvallarbreyt verður longd, eins og neyðugt verður at útbyggja og nútímansgera verandi terminal.
Tað var við hesum veruleika í huga, at vit settu í samgonguskjalið, at Vága Floghavn verður útbygd og nútímansgjørd. Samgongan vil fremja útbyggingina, so flogfeløgini kunnu hava betri rammur at virka undir og harvið kunnu bjóða kundum sínum økta kapping, ið viðførir betri og bíligari tænastur.

Bjarni Djurholm
Her farið eg at heita á landsstýrismannin, um at vinnumálaráðið nú gerð sítt arbeitt í samband við útbyggingina av flogvøllinum í Vágum liðugt, so løgmaður kann fáa avgreitt tey formligu tingini við donsku myndug-leikarnar.
Tí tann økti aktiviteturin á flogvøllinum, bæði tá talan er um flogfør, ferðafólk, frakt og virksemi innan oljuvinnuna, krevja útbygging av floghavnini í Vágum, í dag heldur enn í morgin.
So Bjarni, brúka kreftirnar til at avgreiða spurningin um útbyggingina av floghavnini í Vágum, sjálvt um tað viðførir, at neyðugar kanningar av, hvar ein komandi flogvøllur skal byggjast, koma í aðru rekkju.

Parkeringsviðurskiftini
Ein onnur neyðug útbygging, sum ikki beinleiðis er tengd at sjálvari floghavnini, eru parkeringsviðurskiftini við flogvøllin, men her stendur tað upp til landsstýrismannin í vinnumálum, at fáa hetta gjørt, og verandi støða krevur eina skjóta loysn.