Tað er heilt víst, at um vit nú steðga á fyri at kanna og viðgera, hvar ein komandi møguliga alternativur flogvøllur skal liggja, so hendir einki fyrstu fleiri árini. Kjakið um alternativan flogvøll hevur koyrt í minst 20-25 ár, og skulu vit nú steðga á, so ganga óivað minst 20 ár afturat, har einki hendir; og tað hava vit ikki ráð til at bíða eftir!!!
Tað er altíð skilagott at kanna eftir og viðgera, hvussu vit optimera okkara samferðsluviðurskifti bæði innlendis og við útheimin, men hetta má ikki forða okkum í at gera tað, sum beint nú liggur klárt at fáa avgreitt og har vit nú hava møguleikan at smekka til.
Við ætlaðu útbyggingini fáa vit eina góða loysn, sum verður við til at skapa øktar møguleikar fyri samfelag okkara, og best av øllum - vit fáa loysnina skjótt.
Eftir at flogvøllurin varð yvirtikin, er heimild fingin fyri at niðurkapitalisera íleggingargrunnin við 360 mió. kr. Pengarnir eru oyramerktir til útbygging av Vága Floghavn – og einki annað.
Sostatt vóru allar fyritreytir fyri at fara í gongd upp á pláss. Tað er tí harmiligt, at Sambandsflokkurin, við at forkoma samgonguni, legði arbeiðið við Vága Floghavn í skeljasor og tað er enn meira harmiligt, at Tjóveldið nú av øllum alvi arbeiðir ímóti útbygging av Vága Floghavn.
Tí er greiði boðskapurin: - Latið okkum útbyggja Vága Floghavn beinanvegin, – tí um vit ikki gera tað nú, so verða vit noydd til at liva við núverandi flogvallarviðurskiftum nógv ár framyvir.