Vága Floghavn fingið heiðursløn

Á flogvøllinum í Vágum hava tey skarað framúr og tí hava tey nú fingið eina ferðavinnuheiðursløn

Á Vest Norden Travel Mart stevnuni, sum er ein ferðavinnustevna, har Føroyar, Ísland og Grønæand eru við, hevur Vága Floghavn, nú fingið eina heiðursløn, sum skuldi latast onkrum í ferðavinnuni í Føroyum.

 

Endamálið við ferðavinnustevnuni, sum er hvørt ár, er at arbeiða fyri ferðavinnumenning í Føroyum, Íslandi og Grønlandi.

 

Og á hvørjum árið fáa feløg, ella einstaklingar, sum hava gjørt nakað serligt fyri ferðavinnumenning í teimum trimum londunum, eina heiðursløn frá danska fjølmiðlinum, Travel Trade Outbound Skandinavia, TTO

 

Undanfarin ár hava Norðlýsið og Gist & Vist fingið føroyska heiðurin, men á stevnuni hesa ferð var tað so Vága Floghavn, sum fekk heiðurin. Fyri Ísland var tað Air Iceland Connect, sum vann og fyri Grønland var tað Colorful Nukk sum vann.

 

Ein av grundgevingunum fyri at lata Vága Floghavn heiðurin í 2017 er, at Vága Floghavn hevur megnað at arbeitt fyri at vísa á Føroyar, sum ferðamannaland, sigur Vága Floghavn í tíðindaskrivi í morgun.

 

Í hesum sambandi verður víst á, at frá 2011 til í fjør, er talið á ferðafólki á flogvøllinum, hækkað úr 200.000 ferðafólk upp í 293.000 ferðafólk, og higartil í ár er aftur talan um ein vøkstur í ferðafólkatalinum upp á yvir 16 prosent.

 

Ein onnur grundgeving fyri at lata Vága Floghavn heiðurin, var, er støðuna arbeiðið fyri at bøta um umstøðurnar á flogvøllinum.

 

– Við sjálvvirkandi viðførismóttakarum, størri parkeringsplássið, boardingkortskannarum, og góðari kunning til ferðafólk, hevur Vága Floghavn fylgt við tíðini, sigur Vága Floghavn frá Carsten Elsted, stjóra á TTO.