Vága Floghavn hevur í dag haft aðalfund, har roknskapurin, ið vísti eina million í avlopi, varð lagdur fram. Í nevndini er Tom Silvurdag komin inn fyri Jørgen Krab Jørgensen. Nevndin skipaði seg eftir fundin og Kitty May Ellefsen heldur fram sum nevndarforkvinna og Evy Jacobsen sum næstforkvinna.
Ársfrágreiðingin nemur við útbyggingina av flogvøllinum.
»Undir arbeiðinum var komið fram á gamalt spreingievni, sum stavaði frá arbeiðinum at leingja vøllin í 1979. Gamla arbeiðsøkið varð stongt av. Serfrøðingar frá norsku fyritøkuni Sweco gjørdu eitt nýtt projekt, so økið kundi ruddast undir tryggum umstøðum. P/F Vága Floghavn hevur gjørt sáttmála við J. & K. Petersen at rudda økið«, verður sagt í ársfrágreiðingini.
Uppseting av nýggjum innflúgvingartólum til innflúgving eystanífrá er tarnað nakað av hesum viðurskiftum. Innflúgvingartólini verða eftir ætlan tikin í nýtslu á sumri 2012 og mett verður at hetta fer at bøta um regularitetin í flúgving uppá Føroyar.
Fyrireikingarnar undan projekteringini av terminali, forplássi og tilhoyrandi anleggi var um árskiftið 2010/2011 komið væl áleiðis, og á vári í 2011 var gjøgnumførd ein undangóðkenning av ráðgevum.
Arkitektakapping (paralelluppdrag) var millum fýra samtøk av ráðgevum, og uppskotið frá Faerport varð valt av dómsnevndini sum vinnari. Sáttmáli um ráðgeving varð undirskrivaður 17.06.2011.
Arbeiðið at gera farstøð, tænastubygningar og tilhoyrandi anlegg verður eftir ætlan boðið út á sumri 2012.
»Við einari longdari flogbreyt, nýggjum stjóra og einari málrættaðari nevnd, ætlar Vága Floghavn nú at vera við til at menna føroyska flogvinnu og flogferðsluna til og frá Føroyum«, verður sagt I ársfrágreiðingini.
Fyri fyrstu ferð í tvey ár hevur Vága Floghavn havt vøkstur í tali av ferðafólkum. Vónað verður, at hesin vøksturin heldur fram. Fyrstu tríggjar mánaðirnir í 2012 hava 11% fleiri ferðafólk ferðast um flogvøllin, samanborið við 2011. Vónandi heldur hendan jaliga gongdin áfram.
Í stuttum kann sigast, at íløgurnar í nýggja flogbreyt og nýggja farstøð í Vágum seta síni krøv til økta ferðslu. Til tess at menna hesa ferðsluna og breiðka um inntøkugrundarlagið hjá Vága Floghavn vil Vága Floghavn gera nógv fyri at tryggja, at úrslitið av íløguni verður so gott sum yvirhøvur møguligt.
Vága Floghavn fekk nýggjan stjóra í apríl í ár. Talan er um tann 35 ára gamla, Jákup Sverra Kass úr Havn. Hann er útbúgvin cand.ling.merc. á Handilsháskúlanum í Aarhus í 2006, og hevur áður starvast sum sølu- og marknaðarleiðari hjá bæði Smyril Line og Atlantic Airways.