Fríggjakvøldið var samkoma hildin í barrini Dillon mitt í Reykjavík, har íslendska bryggjaríið Vífilfell bjóðaði AME vælkomnum til Reykjavíkar, við lekrum mati og Restorff øl í dósum.
Bæði fyrireikararnir Norðurlandahúsið, Menningarstovan, FUT og Tutl vóru umboðaði, umframt umboð fyri Norðuratlants Bryggjuna í Keypmannahavn, føroysku fjølmiðlarnir og luttakandi bólkar. Somuleiðis vóru íslendingar, ið hava við tiltakið har. M.a. Ásgeir Eyþorsson, ið er ein royndur harri í íslendska tónleikaídnaðinum, og hevur samskipað tiltakið fyri føroyingar.
Samkoman var sera hugnalig, og serliga forkunnugt var at fáa føroyska dósaøl.