Fyrra hálvfinalana í steypakappingini hjá kvinnum ímillum VB og VÍF varð spæld suðuri í Vági í kvøld, har tær skuldu dystast um at óivað møta Kyndli í steypafinaluni, sum í sínari fyrru hálvfinalu í kvøld vann greitt 31-19 ímóti H71.
Tað vóru favorittarnir úr VÍF, ið løgdu til brots alt fyri eitt, og eftir lítlari løtu var VÍF á odda 4-0. VB svaraði aftur og minkaði til 4-2, men tað gekst sum heild heldur striltið hjá VB at fáa mál í fyrra hálvleiki.
Hóast tann einans 15 ára gamla Thordis Nilssen stóð væl í málinum hjá VB og tók fleiri skot, so rann VÍF heimaliðið umkoll og kom til eina rúgvu av løttum málum. Hálvleiksstøðan var 15-7 til vestmannagentur.
Fleiri ferðir var tað stong út hjá VB, men tær stríddust væl, og hóast munurin var níggju mál tíðliga í seinna hálvleiki, so fingu tær miðskeiðis í seinna hálvleiki minkað niður í sjey mál, og VÍF-venjarin tók timeout.
VÍF fekk seinasta korterið økt um leiðsluna aftur, soleiðis at tær fyri tað mesta vóru á odda við níggju og tíggju málum. Tað endaði eisini við, at tær vunnu 28-18 og hava nú frálíka gott útgangsstøði áðrenn seinnu hálvfinaluna í Vestmanna sunnudagin.
VB – VÍF 18-28 (7-15)
VB: Agnes K. Fallesen 7, Caroline Ladefoged 4, Bára K. Mortensen 2, Gurið K. Augustinussen 2, Rannvá Johannessen 1, Rúna Jacobsen 1, Barbara K. Hjelm 1
VÍF: Agnas Olsen 10, Marianna Holm Jacobsen 5, Liljan Djurhuus 5, Durita C. Jojic 3, Heidi Maria Akselsen 2, Ingibjørg Olsen 1, Jacklin Durhuus 1, Sarah Bank Bjerg 1