VÍF vann spennandi oddadystin

VÍF rennur undan hinum eftir tepran og spennandi sigur á H71 í kvøld

VÍF - H71 32-31 (13-13)

StÍF - Stjørnan 24-34 (5-14)

Í SMS deildini tveir dystir á skránni í dag. Annar var veruligur oddadystur millum fremstu bæði liðini, VÍF og H71, meðan botnuppgerð var á Skála millum StÍF og Stjørnuna.

 

Stjørnan vann væntaða sigurin greitt á Stjørnuni, men í Vestmanna gjørdist dysturin sera spennandi.

 

Í einum dysti, ið koppaði aftur og fram, og liðini skiftust at hava leiðsluna, eydnaðist tað í evstu løtu Føroyameistarunum úr VÍF at leggja seg á odda, tá ið Agnas Olsen setti ferð á eftir at Vestmannaverjan hevði forðað fyri at H71 kundi avgera.

 

Annars var dysturin sermerktur við góðum og fjølbroyttum álopsspælið frá báðum liðum, har serliga Liljan Djurhuus hevði rætta armin í kvøld. Hon endaði við 14 málum við 15 skotum, og gjørdi sítt til at VÍF nú veruliga hevur lagt sjógv ímillum seg og hini liðini.

 

VÍF - H71 32-31 (13-13)

VÍF: Liljan Djurhuus 14, Durita C. Jojic 5, Agnas Olsen 5, Daniella Joensen 4, Heidi Maria Akselsen 4

H71: Marita Mortensen 8, Maria H. Weyhe 4, Eva Barba Arge 4, Durita Toftum Joensen 4, Guðrið Bogadóttir á Borg 4, Tórhalla Thorsteinsson 3, Anna á Steig 2, Karin Holm Simonsen 1

 

StÍF - Stjørnan 24-34 (5-14)

StÍF: Erla Jansdóttir 8, Ingibjørg Kass 6, Karina Berg Høgnesen 5, Poula Dulavík Berg 2, Rebekka Zachariassen 1, Sunfríð Berg Johansen 1, Simona à Fríðriksmørk 1

Stjørnan: Sonja Lava Sirdal 7, Tóra Eliasen 6, Mina Lava Sirdal 6, Monika P. Jacobsen 4, Katrin Bertholdsen 3, Kristina Poulsen 3, Judith Dam Jacobsen 2, Marið Heimustovu 2, Óluva A. Joensen 1,