VÍF vann á Neistanum í toppdysti

VÍF-Neistin 29-22 (17-14)

Kyndil-H71 17-21 (9-8)

StÍF-KÍF 26-23

 

VÍF var frá byrjan til enda stinnara liðið í toppdystinum í Vestmanna, tá Neistin vitjaði. Eftir fyrstu jøvnu 10 minuttirnar fór VÍF frá Neistanum, ið ongantíð megnaði at svara aftur. Agnar Joensen og Sámal Joensen vóru toppskjúttar hjá VÍF við átta málum í part, og hjá Neistanum skutu Tróndur Kragesteen og Birgir Poulsen flest mál, fimm í part.

 

Kyndil megna í trý korter at halda H71 á pínubonkinum í Havn, har tvær útvísingar mitt í seinna hálvleiki mestsum í senn góvu hoyvíkingum høvi at koma inn í dystin og sleppa fram um og eitt sindur frá Kyndli. Fyri H71 skutu Halgir Dahl-Olesen, Esbern Patursson og Dánjal Tórgarð fýra mál í part, og Hans Áki Dal-Christiansen var toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum.

 

Á Skála møttust tey bæði niðastu liðini, StÍF og KÍF, og í hesi botnuppgerðini gjørdist StÍF drúgvara liðið og vann við trimum málum.