Tað vera VÍF, H71, Neistin og KÍF sum fara at kappast í FM-hálvfinalunum í Burn mansdeildini, og VÍF er vinnari av grundspælinum. Samstundis er Team Klaksvík úti av FM-hálvfinalustríðnum.
Tað endaði við málríkum 34-34 javnleiki millum VÍF og Team Klaksvík í Vestmanna. VÍF javnaði til 34-34 við einum umstríddum brotskasti í seinasta sekundi av dystinum. Hevði Team Klaksvík vunnið 34-33 hevði spenningurin um seinasta FM-hálvfinaluplássið livað eitt umfar aftrat.
VÍF-Team Klaksvík 34-34 (18-20)
Toppskjúttar VÍF: Filip Jojic 15, Heini á Heygum 5, Hallur Arason 4 og Sjúrður Olsen 4.
Toppskjúttar Team Klaksvík: Valentino Valentakovic 11, Vilhelm VIlhelmsen 6, Kjartan á Gravarbø 5 og Vuk Stevanovic 5.
Í Hoyvíkshøllini vann H71 tepran 27-26 sigur á Neistanum. Í steðginum vóru hoyvíkingar á odda 15-11. H71 er tvey stig aftanfyri VÍF, men VÍF er betri innanhýsis og kunnu hoyvíkingar sostatt ikki vinna grundspælið.
H71-Neistin 27-26 (15-11)
Toppskjúttar H71: Tórmóður Djurhuus 6, Leivur Mortensen 6 og Sveinur Olafsson 4.
Toppskjúttar Neistin: Julian Kragesteen 5, Pauli Høj 4 og Rasmus Søby 4.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF (í FM-hálvfinaluni) | 17 | 528 | 446 | 82 | 27 |
H71 (í FM-hálvfinaluni) | 17 | 470 | 418 | 52 | 25 |
NEISTIN (í FM-hálvfinaluni) | 17 | 500 | 464 | 36 | 19 |
KÍF (í FM-hálvfinaluni) | 17 | 453 | 443 | 10 | 18 |
TEAM KLAKSVÍK | 17 | 482 | 504 | -22 | 15 |
KYNDIL | 17 | 382 | 451 | -69 | 8 |
STÍF | 18 | 437 | 526 | -89 | 8 |
Skráin sunnudagin klokkan 16:
VÍF-KÍF
H71-Kyndil
Team Klaksvík-Neistin