VÍF vann grannauppgerðina

VÍF vann ein rættiliga sannførandi sigur í Kollafirði í dag. Har hevur KÍF annars ofta givið ein skarpan gang, men hesa ferð var meira veiggj í gestunum.

VÍF punkteraði mest sum spenningin fyri steðgin, og hóast KÍF royndi at stríða seg aftur í dystin, so eydnaðist hetta ongan tíð heilt.

Fyri KÍF skeyt Regin Petersen seks mál. Sámal Joensen var við átta málum besti málskjútti hjá VÍF.

 

KÍF-VÍF 23-29 (8-14)