VÍF vann eisini stórt

Tjaldur tykist als ikki hava nakað at gera í bestu kvinnudeildini. Mikukvøldið tóku tær ímóti VÍF, sum at kall er í eini endurbyggingarstøðu, og her var eingin sum helst ivi um, hvønn veg dysturin skuldi fara.
Frá byrjan setti VÍF seg á dystin, og uttan at tær veruliga spílaðu seg út, øktist munurin bara, sum fráleið.
Tað er einki at ivast í, at talan er um góðan styrk, nú vestmannakvinnurnar aftur hava fingið Fríðu Marjunardóttir á liðið. Hesaferð var eisini í sonnum málhýri, og eins og Ioana Rápa skeyt hon 10 mál fyri VÍF.
Tíverri hava vit ikki fingið nakran dómaraseðil úr Runavík, so hagtølini fyri dystin mugu bíða.