VÍF í óvandum leikluti

Tað er ikki ein leiklutur, sum vestmenningar eru serliga vanir við, og heldur ikki nakað, sum fólk í hondbóltsfegnu bygdini eru serliga fegin um.

Men tá KÍF í gjár vann útidystin móti StÍF, sendu teir samstundis vestmenningar á aftasta plássið í kappingini, og tí er ein sigur alneyðugur í dag.

Tað verður tó ikki lætt móti Neistanum, sum er FM-favorittur í ár, og sum seinast eisini vísti meistaraspæl, tá Kyndil fekk av at vita.

Dysturin í Vestmanna byrjar klokkan 16.