Ein av drúgvastu málskjúttunum í Føroyum seinastu árini, Liljan Müller (fyrr Djurhuus), hevði herfyri gleðilig tíðindi at bera sínum liðfeløgum í VÍF.
Tey tíðindi vóru, at Liljan Müller er við barn.
Stórskjúttin hevur skotið 56 mál í SMS-deildini higartil, men tey vera ikki fleiri á hesum sinni. Liljan Müller sigur við in.fo, at um alt gongst sum ætlað, vónar hon sjálvandi at spæla hondbólt komandi kappingarár.
VÍF liggur í løtuni lið um lið við Kyndil á fremsta plássið í Okkaradeildini, men sunnudagin kann annað liðið fara í jólafrí einsamalt á ovastu rók.
Kyndil og VÍF spæla nevnliga sunnudagin klokkan 14.00 í Høllini á Hálsi.
Tann dysturin er eyka áhugaverdur, tí bæði liðini skulu venja seg við at spæla uttan ein av sínum drúgvastu málskjúttum, tí Turið Arge Samuelsen úr Kyndli hevði eisini gleðisboð at bera herfyri.
Sí eisini:
Turið spælir ikki aftur hetta kappingarárið
Liljan Müller hevur í ár skotið næstflest mál fyri VÍF og er nummar tíggju á toppskjúttalistanum í SMS-deildini, sambært hagtølunum í Ítrottarsosialinum seinasta mánadag.
Máltindurin í SMS-deildini (smb. Ítrottarsosialinum)
Navn | Felag | Mál | |
1 | Marita Mortensen | H71 | 81 |
2 | Ingunn Kristina Persson | Neistin | 79 |
3 | Haruka Gima | StÍF | 70 |
4 | Turið Arge Samuelsen | Kyndil | 65 |
5 | Súna Krossteig Hansen | Kyndil | 64 |
6 | Tóra Eliasen | Stjørnan | 61 |
7 | Maria Halsdóttir Weyhe | H71 | 59 |
8 | Agnas Olsen | VÍF | 59 |
9 | Mina Lava Sirdal | Stjørnan | 56 |
10 | Liljan Müller | VÍF | 56 |
Støðan í SMS-deildini (hsf.fo)
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | Kyndil | 11 | 300 | 211 | 89 | 18 |
2 | VÍF | 11 | 305 | 241 | 64 | 18 |
3 | H71 | 11 | 303 | 259 | 44 | 14 |
4 | Neistin | 12 | 299 | 263 | 36 | 14 |
5 | Stjørnan | 11 | 269 | 303 | -34 | 8 |
6 | StÍF | 11 | 240 | 325 | -85 | 6 |
7 | VB | 11 | 229 | 343 | -114 | 0 |