VÍF-Neistin 20-16 (36-36)
Neistamenn prísaðu sær lukkuliga, at teir fingu stig við sær úr Vestmanna í dag.
VÍF var nevnliga betra liðið so nógv tann størsta partin av dystinum. Serliga koyrdi álopsspælið væl hjá teimum gulu, og sum dysturin leið tóktist sigurin alt meira vísur.
Kanska hildu teir hjá VÍF eisini, at so var. Í øllum førum mistu teir fullkomuliga ferðina, tá teir átta minuttir fyri tíð øktu munin í fimm mál.
Og eftir hetta stóð Neistin fyri tí mesta. Teir togaðu seg alsamt nærri heimaliðnum, og megnaðu eisini at stríða seg upp á javnt.










