VÍF tók stórt fet ímóti hálvfinalunum

VÍF basti oddaliðnum á heimavølli

VÍF tók í kvøld eitt stórt fet ímóti endaspælinum í Okkaradeildini við 23-21 sigri á oddaliðnum H71.

H71 hevur longu tryggjað sær fremsta plássið í grundspælinum, meðan VÍF stríðist við Neistan, KÍF og StÍF um hini trý plássini.

Áðrenn dystin var bert eitt stig niður til fimta plássið, men eftir sigurin á H71 eru trý stig niður til bæði KÍF og StÍF, sum hava tríggjar dystir eftir.

Mladen Mjerimacka í VÍF-málinum bjargaði eina ørgrynnu av H71-royndum, og var dúgliga fagnaður í høllini í Vestmanna fyri tey tvey sera tíðandi stigini.

FM1 segði frá dystinum og samanumtøka haðani kann hoyrast á in.fo um eina løtu

VÍF - H71 23-21

VÍF: Filip Jojic 5, Hallur Arason 5, Sjúrður Olsen 4, Agnar Joensen 4, Julian Olsen 2, Andrias Eriksen 2, Hanus Christophersen 2

H71: Vilhelm Poulsen 7, Hilmar Leon Jakobsen 7, Elias Ellefsen á Skipagøtu 1, Pætur Mikkjalsson 1, Janus Dam Djurhuus 1, Bogi Hansen 1, Pætur Thomsen 1, Leivur Mortensen 1

Støðan í Okkaradeildini (hsf.fo):

(Fýra tey fremstu liðini eftir 18 dystir spæla seg í hálvfinalurnar)

StøðanDystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71154243507424
 VÍF164404093120
 NEISTIN154053634218
 KÍF153933613217
 STÍF15417426-917
 KYNDIL14358377-198
 TEAM KLAKSVÍK14288439-1510