Vestmenningar vóru frá byrjan væl við í dystinum, og sálarliga tóktist venjaraskiftið hava gjørt góðan mun.
Neistin hevði hinvegin kanska nakað av mentalum timburmonnum eftir at hava vunnið steypafinaluna, og efitr at hava fylgt fyrsta hálva tíman, tóktist VÍF veruliga gera bart eftir steðgin.
Eitt skifti vóru heili níggju mál á muni, og tó at tað eydnaðist Neistanum at pynta um úrslitið móti dystarenda, so megnaðu teir ongan tíð veruliga at hótta VÍF.
Heini Hanusarson og David Edvardsen skutu 6 mál í part fyri Neistan. Bjarti Hansen skeyt 8 av málunum hjá VÍF.
Neistin-VÍF 29-32 (15-15)