VÍF stóð eftir við svartaperi (Samrøður frá FM1)

(FM1) Hoyr Niklas Hanusson hjá H71 og Hjalmar Klein Olsen, venjara hjá VÍF seta orð á dystin í Hoyvík

VÍF endaði við svartaperi og KÍF slapp saman við H71 víðari til hálvfinalurnar í Faxe Kondi steypakappingini úr bólki 1.

 

Tað er greitt aftaná 30-27 sigurin hjá H71 á VÍF í Hoyvíkshøllini. H71 var á odda 16-11 í steðginum, og hoyvíkingar høvdu gott tamarhald á støðuni tað mesta av dystinum. Tá fimm minuttir vóru eftir var H71 á odda 30-24, og VÌF royndi at stríða seg inn aftur í dystin, men tá var ov seint.

 

Vilhelm Poulsen var toppskjútti hjá H71 við sjey málum. Filip Jojic gjørdist toppskjútti hjá VÍF við níggju málum. 

 

Mótstøðuliðini hjá H71 og KÍF verða Kyndil og Neistin. Kyndil og Neistin leika dyst nú, ið avger hvør av teimum gerst nummar eitt og tvey í bólki 2.

 

Faxe Kondi-kappingin 2018-19 (hsf.fo)

Bólkur 1:

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H7139872266
2KÍF38184-34
3VÍF3878522
4Kyndil 237297-250

Hósdagur 24.01.19 kl. 18.00 Kyndil 2 – H71 22-38
Týsdagur 29.01.19 kl. 20.00 VÍF – KÍF 28-31
Sunnudagur 03.02.19 kl. 16.00 VÍF – Kyndil 2 32-24
Sunnudagur 03.02.19 kl. 16.00 H71 – KÍF 30-23
Leygardagur 09.02.19 kl. 18.00 KÍF – Kyndil 27-26
Sunnudagur 10.02.19 kl. 16.00 H71 – VÍF 30-27

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Niklas Hanusson hjá H71. Niklas heldur, at hann og liðfelagarnir høvdu gott tamarhald á støðuni.

 

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjaran hjá VÍF, Hjalmar Klein Olsen, ið helt fyri, at VÍF stóð ikki H71 kurl tá tað ráddi um likamliga styrki, og tí gjørdist tað sera torført hjá vestmenningum í dag.