Hondbóltur
VÍF hevði ikki tær stóru vónirnar undan vitjanini í Klaksvík, men tær fylgdu kortini so heilt væl við fyri steðgin.
Eftir steðgin hevði tó hug at skrædna, og Stjørnan var eitt skifti á odda við átta málum.
Móti dystarenda slakaði Stjørnan tó. VÍF fekk tá fatur um rætta endan, og við einum góðum háli minkaðu tær heilt nógv um munin. Nóg mikið til at fáa stig gjørdist hetta tó ikki, og Stjørnan tóktist alla tíðina hava neyðuga yvirskotið, skuldi tað av álvara staðið á.
Fakta um dystin
Stjørnan-VÍF 33-31 (17-14)
10 min: 6-5
20 min: 13-8
40 min: 24-16
50 min: 29-23
Málskjúttar
Stjørnan: Simona Petersen 10(2), Durita Christoffersen 8, Joan Midjord Djordjevic 5, Durita Ljósstein 3, Bára Skaale Klakstein 2, Anna Kristina Samson 2, Hanna Mikkelsen 1, Ella Petersen 1, Maria við Neyst 1
VÍF: Ioana Rapa 11(2), Liljan Djurhuus 9, Fríða Marjunardóttir 4, Finngerð Jensen 2, Heidi Joensen 2, Rannvá á Rógvu 1, Linda Johannesen 1
Brotskøst: Stjørnan 3, VÍF 2
Útvísingar: Stjørnan 2, VÍF 7
Dómarar: Karsten Joensen & Kristian Joensen