Hondbóltur
Óttin fyri at fremja mistøk hevur verið vaksandi hjá vestmenningum í fleiri vikur. Sigursvanda hondbóltsbygdin hevur í ár verið vitni til nakað so óvanligt, sum botnstríð og spurning um at yvirliva í deildini, og hetta er ikki ein støða, sum spælrarnir eru vanir við.
Frystu longu løtuna í Hoyvíkarhøllini var hetta eisini sjónligt. Góðar skotstøður vórðu spiltar burtur fleiri ferðir, tá menn ikki tordu at lata kanónina av, og hóat hoyvíkingar – við undantaki av Janusi Sørensen – langt ífrá vóru á toppinum, so tóktust teir gera nóg mikið.
Tað í slíkum støðum, at tú hevur tørv á spælarum, sum kunnu traðka í karakter, og tað gjørdi Áki G. Olsen hjá VÍF.
Spælskiparin, sum hevur verið burtur stóran part av hondbóltsárinum, var aftur við hesaferð, og tað tóktist, sum var hann maðurin, ið kundi toga VÍF fram. Kanska vórðu innspælingarnar fangaðar dekan ov ofta, og ikki øll skotini sótu har, sum skjúttin sjálvur vildi senda tey. Men seiga trekkið var alla tíðina til staðar, og so við og við dróg hann viðspælararnar við sær.
Og tíðliga í seinna hálvleiki kom verulig ferð á hjá vestmenningunum.
Verjan, sum fyrstu 40 minuttirnar hevði latið 23 mál ígjøgnum, kom nú veruliga upp á tærnar, og tá Áki G. við tveimum málum kundi gera sær dælt av yvirtalsstøðu, knekkaði filmurin at kalla hjá hoyvíkingunum.
Eina løtu helt Jóhan Hofgaard vertunum inni í dystinum, tá hann við fýra klassabjargingum helt vestmenningum frá fatinum, men heldur ikki hetta var í longdini nóg mikið. Sjálvsálitið hevði fest røtur hjá vestmenningum, og so skolaðu málini inn frá øllum kantum. Regin Joensen, sum ikki hevði havt nakran góðan dag, høgdi alt inn, sum hann kom í nær námind av. Og so gjørdust seinastu minuttirnir meira enn staðfesting av, hvussu góð hondbóltsevni hóast alt búgva í Vestmenningum. Einasta vápnið, sum H71 tá hevði eftir, var innskifti Tróndur Vatnhamar, sum var tryggur av veinginum, men nóg mikið var hetta á ongan hátt.
Um talan var um einsamallan glotta, kann bert tíðin vísa. Men sigurin ber við sær, at VÍF í fyrsta lagi slapp av botnsessinum, og at teir nú eisini eru við í oddastríðnum. Munurin upp til eitt finalupláss er ert tvey stig, og við nývunna sjálvsálitinum er lættari at trúgva, at VÍF ætlar sær at vinna hesi bæði stigini, heldur enn at hugsa um einsamalla stigið, sum er niður til botnsessin.
Fakta um dystin
H71-VÍF 29-36 (17-17)
10 min: 7-6
20 min: 13-12
40 min: 23-23
50 min: 25-27
Málskjúttar
H71: Janus Sørensen 7, Dánial Tórgarð 5(4), Tróndur Vatnhamar 5, Poul Kjartan Dam 4, Esbern Patursson 3, Bárður Brimvík 2, Gunnar Bláberg 1, Rúni Højgaard 1, Rógvi Sørensen 1
VÍF: Áki G. Olsen 9, Regin Joensen 8, Sámal Joensen 7(2), Bjarti Hansen 5, Agnar Joensen 2, Sjúrður Poulsen 2, Áki Olsen 1, Niels Andreasen 1, Jákup S. Andreasen 1
Brotskøst: H71 4, VÍF 3
Útvísingar: H71 1, VÍF 1
Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg.