VÍF setir ferð á

Meðan sambiðlarnir í oddinum sýndu veikleikar, lótu vestmenningar ongan iva vera, tá teir vunnu stórsigur á KÍF

Manshondbóltur

Úrslitini higartil í endaspælinum hava til tíðir verið merkisverd, og eisini VÍF hevur verið partur av hesum, tá teir fyri hálvari aðru viku síðani taptu móti H71.
Mikudagin leiktu vestmenningar móti KÍF, og í øllum førum tykist tað nú, sum um teir hava lært av sínum mistøkum. Í øllum førum lótu teir ongan iva vera eftir, tá KÍF vitjaði.
Fyrra hálvleik sluppu kollfirðingarnir so dánt at spæla við, men tá kanónirnar vórðu koyrdar fram í seinna hálvleiki, var liðugt. Ikki minst man tað kennast hugaligt, at Áki Olsen nú aftur tykist førur fyri at spæla, samstundis sum Daniel Rápa og Áki G. Olsen halda fram við taktunum, sum í ár hava gjørt teir til nakrar av avgjørdu lyklaleikarunum hjá VÍF.
Hjá KÍF var Damir Oros enn einaferð stóri málslúkurin, men spæli hjá KÍF tykist tó í ov stóran mun vera bygt kring stóra jugoslavan, og tó at hann megnar nógv, so fær hann ikki einsamallur skotið sigrarnar heim. Har má størri ábyrgd flytast yvir á aðrar herðar, og tær ferðirnar, at viðleikarar hansara hava prógvað, at hetta ber til, hevur KÍF eisini verið munandi størri biti hjá mótstøðuni, enn teir vóru tað mikukvøldið.

Dysturin í tølum
VÍF-KÍF 31-23 (12-10)
Málskjúttar:
VÍF: Áki Olsen 10(1), Daniel Rápa 6(1), Áki G. Olsen 4, Ólavur Brimnes 4, Agnar Joensen 3, Johnny Joensen 2, Ingi Olsen 2
KÍF: Damir Oros 10, Vagnur Johannesen 5(1), Petur Martin Poulsen 2, Regin Petersen 2, Mirko Milenkvic 1, Kristjan Madsen 1, Finn Heri Johannesen 1, Jákup Dam 1(1)
Brotskøst: VÍF 3, KÍF 5
Útvísingar: VÍF 6, KÍF 6
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johanen & Sámal Hansen.