HONDBÓLTUR
Við fýra ósigrinum upp í slag hevur VÍF seinastu vikurnar av álvara nærkað seg aftasta plássinum. Og við stríðshugaðum kollfirðingum andandi í bakið, varð neyðugt hjá vestmenningum at fáa fult, tá StÍF vitjaði í gjár. Og tað eydnaðist.
VÍF vann fyri fyrstu ferð síðan 11. oktober, tá teir vunnu á útivølli móti StÍF. Úrslitið gjørdist 35-25 eftir hálvleiksstøðuna 17-11.
Høvuðsorsøkin, at tað riggaði so væl hjá VÍF var, at tað eydnaðist at verja fyri rumenunum Christian Preda og Gabriel hjá StÍF. Teir fingu sera lítið pláss og tí var lítið bit í álopsspælinum hjá gestunum.
18 ára gamli Bjarti Hansen stóð serliga sterkur í myndini, og frá vonginum fekk hann heili 10 mál. Toppskjúttar hjá StÍF vóru Mortan Hansen og Leivur Justinussen, sum skutu seks mál hvør.