Kristina Griksaite úr VÍF og Nicholas Satchwell úr Neistanum vunnu sannførandi, tá bestu málverjarnir í fremstu hondbóltdeildini hjá kvinnum og monnum vórðu kosnir á stóru hondbóltsgallaveitsluni í HB-húsinum í kvøld.
Kristina, sum vann bæði steypakappingina og landskappingina saman við VÍF-kvinnunum, varð vald til besta málverjan í Hvonn-deildini við 44 atkvøðum. Málverjin hjá Kyndli, sum var mótstøðuliðið hjá VÍF bæði í steypafinaluni og í FM-finalunum, gjørdist nummar tvey. Maja Dragoljubovic fekk 32 atkvøður. Vár Højgaard Thomsen úr H71 fekk 9 atkvøður.
Málverjin hjá Neistamonnunum, sum taptu móti H71 í finalunum um føroyameistaraheitið, varð valdur til besta málverjan í FTZ-deildini við 47 atkvøðum. Mladen Mjerimacka úr VÍF fekk 27 atkvøður, og Jan Pauli Toft Johannesen úr Kyndli og Ári Egason Dam úr H71 fingu 13 atkvøður hvør.