Tá ið hesin sunnudagurin er liðin eru flestu liðini komin í helvt við teir 18 dystirnar í grundspælinum í Okkaradeildini, og nú byrja liðini at hava skund at staðfesta seg í kappingini um tey fýra fremstu plássini, ið geva atgongd til endaspælið.
Dagsins dystir eru hesir:
Klokkan 16.00: Kyndil - H71 í Høllini á Hálsi (FM1 sigur frá)
Klokkan 16.00: VÍF - KÍF í Høllini í Vestmanna
Klokkan 20.00 Neistin - StÍF í Høllini á Hálsi
Toppskjúttarnir í Okkaradeildini bresta saman í Vestmanna í dag. Filip Jojic hjá VÍF er toppskjútti í Okkaradeildini við 82 málum, meðan Nicklas Selvig hjá KÍF er á øðrum plássi við 59 málum. Neyvan tekur KÍF-leikarin toppskjúttan aftur í dag, men tað snýr seg eisini fyrst og fremst um tvey týdningarmikil stig á stigatalvuni
Skaðar og svikalig úrslit hava sett dagsskránna í KÍF seinastu tíðina. Fyri viku síðani ímóti Neistanum var Hans Eli Sigurbjørnsson aftur við frá byrjan, men hvørki hann ella restin av KÍF-liðnum raktu støðið. Tað er eitt sindur síðani at KÍF rakti tað støði, ið tók øll á bóli í Okkaradeildini við kappingarbyrjan. Í dag skulu kollfirðingar royna at reisa seg eftir at hava tapt tríggar av seinastu fýra dystunum
VÍF er hinvegin í einum frálíkum stima, og hevur ikki tapt síðani 28. september. Síðani hevur VÍF spælt javnt ímóti StÍF og Neistanum og so vunnið á Kyndli, Team Klaksvík og StÍF í aðru atløgu.
KÍF hevur tó okkurt at fegnast um, tí ósigurin hjá VÍF 28. september var ímóti júst KÍF. Tað er tí lagt upp til ein sera spennandi dyst í Vestmanna klokkan 16.00. Ein dystur, ið ger av hvat lið liggur á triðja plássið - og møguliga øðrum plássi, tá ið grundspælið er komið í helvt í kvøld.
Innanhýsis dystir:
KÍF – VÍF 28-26 | |
Okkaradeildin: 28/09/19 | |
Málskjúttar KÍF | |
Nicklas Selvig | 8 |
Rúni Joensen | 6 |
Ási Dam | 6 |
Hørður Fannar Sigþórsson | 4 |
Hans Eli Sigurbjørnsson | 3 |
Andrias Nielsen | 1 |
Málskjúttar VÍF | |
Sjúrður Olsen | 8 |
Filip Jojic | 7 |
Hallur Arason | 4 |
Jóhann í Garðastovu | 4 |
Magnus Müller | 1 |
Andrias Eriksen | 1 |
Rúni Fossdal | 1 |
Støðan í Okkaradeildini áðrenn dagsins dystir
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 7 | 207 | 165 | 42 | 12 |
2 | StÍF | 8 | 226 | 220 | 6 | 11 |
3 | VÍF | 8 | 227 | 211 | 16 | 10 |
4 | KÍF | 8 | 222 | 204 | 18 | 9 |
5 | Neistin | 8 | 208 | 195 | 13 | 8 |
6 | Kyndil | 7 | 182 | 192 | -10 | 4 |
7 | Team Klaksvík | 8 | 179 | 264 | -85 | 0 |