VÍF longur frá botninum

Eftir at hava verið í botninum mest sum alt kappingarárið, tykist VÍF vera í fullari ferð úr botninum.

Í dga vitjaðu tær á Skála, og her gjørdist fyri aðru ferð á rað talan um trý stig.

Munurin var ikki tann stóri ígjøgnum dystin, men støðugt helt VÍF seg tvey og trý mál framman fyri mótstæðuna. Miðskeiðis í seinna hálvleiki øktist munurin tó heilt nógv, og hóast vertirnir minkaðu um munin móti dystarenda, so eydnaðist teimum ikki at skapa spenning um útfallið.

 

Fyri StÍF skeyt Rebekka Justinussen 8 mál. Liljan Djurhuus skoraði 10 av málunum hjá VÍF.

 

StÍF-VÍF 25-29 (13-15)